Tjaldrið er hjá Vesturland

Skipið hongur í einum enda við bryggju, men onki er at gera vegna veður.

Fyrr í kvøld frættist, at Vesturland hevði slitið inni á Skála..

 

Sløkkilið og bjarginarfólk royndu at gera sítt, men ikki nógv var at gera, og ongin motororka er í skipinum. Skipið hevði slitið endarnar aftan, og hekk í einum enda framman. Ættin er út eftir fjørðinum. Tjaldrið er á staðnum.

 

MRCC váttar, at skipið hevur slitið, og at skipið hongur í einum enda framman. Tó verður sagt, at tað er kanska at taka munnin ov fullan at siga, at Tjaldrið hevur tikið sær av hesum.

 

Tjaldrið liggur hjá Vesturland. Ættin er soleiðis, at um skipið slítur, so rekur skipið ikki á land á Skála, men rekur til Runavíkar, frættist frá MRCC.

 

Tjaldrið er til reiðar, skuldi nakað meira hent. Veðrið forðar fyri nøkrum bjargingararbeiði í løtuni. Á Tjaldrinum siga teir seg sjáldan hava sæð so stóra aldu inni á Skálafjørðinum, frættist frá MRCC.