Eldur í húsum í Trøðum

Talan er um eini summarhús, sum eigarin júst er í holt við at seta í stand.

Tíðliga í kvøld kom eldur í eini hús í Trøðum á Sandi. Tá In.fo var á staðnum fyri løtu síðan, var líkt til, at tað fór at eydnast sløkkiliðnum at basa eldinum. Á staðnum var sløkkiliðsbilur og løgreglubilur, og her var eingin panikkur í, meðan sløkkiliðsfólk gjørdu sítt arbeiði.

 

Nakað av royki stóð út úr húsnum, men at síggja til høvdu sløkkiliðsfólkini tamarhald á støðuni. Sagt verður av Sandi, at talan er um eini summarhús, sum eigarin júst er í holt við at seta í stand, og hann hevði eisini verið til arbeiðis í húsunum í dag.

 

Tá eldurin kyknaði, var eingin í húsunum. Sjónarváttar mettu, at eldurin er kyknaður í miðhæddini. Ilt er at meta um eld-og roykskaða, men tað er greitt, at nakað væl av vatni er sprænt inn í summarhúsini undir arbeiðnum at sløkkja eldin.