Kryvjivirkið á Strondum er selt

Kryvjivirkið á Strondum fær nú nýggjar eigarar

Marine Harvest og Bakkafrost hava gjørt avtalu um, at Marine Harvest keypir kryvjivirkið á Strondum frá Bakkafrost.

Tað boðar Marine Harvest frá í dag.

Feløgini hava í fleiri ár arbeitt í felag um kryvjing av laksi, men hava nú avgjørt at steðga tí samstarvinum.

– Fyrimunurin hjá Marine Harvest at fáa sítt egna kryvjivirki er, at felagið fær betri stýrt, nær laksurin verður tikin og kann hava størri fleksibilitet til at taka fiskin, tá marknaðurin ynskir tað, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest í fráboðan.

Feløgini meta, at tað tænir báðum feløgunum væl, at virkið á Strondum verður kryvjivirki hjá Marine Harvest burturav.

– Væntandi fer tað at taka nakrar mánaðir at gera virkið klárt til framleiðslu, og heldur samstarvið við Bakkafrost um kryvjing fram hesa tíðina, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Feløgini hava avtalað ikki at upplýsa keypsprísin.