- Eg sigi ikki, at sáttmálin er ov góður ella ov ringur, men tað einasta eg vil hava at vita, er at tølini sum koma út eru verulig, at har ikki er nøkur kamuflerað lønarhækkan, og at lønarhækkingin er tann, sum landsstýriskvinnan upplýsir fyri løgtinginum, sigur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri.
- Eg haldi tað er týdningarmikið, at Føroya fólk fær at vita, hvat hesir sáttmálarnir innibera, eisini fyri tey fakfeløg, sum koma aftan á, sigur hann.
Hann hevur spurt Kristinu Háfoss um, hvussu nógv lønarhækkingin hjá pedagogunum fer at kosta landskassanum og kommunukassunum um árið. Orsøkin til, at hann má spyrja, er at hann heldur tað vera so stóran mun á almennu útmeldingunum um úrslitið frá pørtunum báðum. Tì hevur hann biðið Kristinu Háfoss leggja nøkur tøl á borðið.