Nú kann Bretland fara úr ES

Nú kann bretska stjórnin aktivera artikkul 50 mannagongdina, hvørs endamál er at lima Bretland úr ES.

 

Tingið í London hevur í eina tíð roynt at fáa lógina um úrtøkur úr ES ígjøgnum skipanina, men yvirhúsið, House of Lords, hevur havt stór ivamál hesum viðvíkjandi.

 

Í gjár bragdaði tó og nú er klárt at fáa uppskotið til lóg. Tað fór ígjøgnum parliamentið við stórum meirluta. Tað verður mett, at tað eru fleiri politikkarar, sum er ímóti at Bretland fer úr ES, serliga úr Labour flokkinum, men tora ikki at gera ímóti eini fólkaatkvøðu.

 

Nær Theresa May fer at seta alt í gongd er óvist, men nú er tað komið uppí, at Skotland hevur biðið um eina fólkaatkvøðu um loysing frá Bretlandi. Tey vilja hava atkvøðuna áðrenn Bretland er farið úr ES, men tað er ósannlíkt, at Theresa May fer at loyva tí.