Ungdómskriminalitetur: Myndugleikarnir setast við fundarborðið

Tað er neyðugt, at allir partar seta seg saman at finna eina loysn upp á teir trupulleikarnir, sum summir ungdómar stríðast við. 

 

 

Tað heldur Almannaverkið, og útsøgnin kemur í kjalarvørrinum av tí, sum Vikuskiftis Sosialurin avdúkaði í farnu útgávu. Hetta var, at harðskapurin seinasta vikuskiftið, sum elvdi til, at fýra ungdómar vórðu skuldsettir fyri drápsroynd, byrjaði í einari vardari íbúð undir Almannaverkinum. 

 

 

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum sigur, at partarnir, sum varða av ungdómum í hesum trupulleikum, mugu seta seg saman fyri at tryggja, at slíkt ikki hendir aftur. 

 

 

- Tað er vist, at vit mugu ikki enda í einari støðu, har hetta hendir aftur, sigur stjórin í Almannaverkinum og vísir á, at komandi dagarnar fer Almannaverkið at hava fyrstu fundirnar við aðrar avvarðandi myndugleikar um støðuna. 

 

 

Les eisini: Sosialurin avdúkar: Øksarálopið byrjaði í vardum bústaði