Samgongan spælir við eld. Tað heldur Bill Justinussen, løgtingmaður fyri Miðflokkin.
Eitt, hann sipar til, er ólavsøkan hjá løgmanni, tí hann heldur, at tann greiði boðskapurin í henni var, at samgongan ætlar at halda fram við at taka yvirskotskapital úr vinnuni og geva hann útaftur sum gávu til føroyingar.
Tá stendur afturgongd fyri durum, tí tá hvørvur grundarlagið undir okkara vælferð, og tá hvørvur tann góði familjupolitikkurin.
– Tá fer fólkatalið aftur at minka, arbeiðsloysið at vaksa og hall verður aftur á fíggjarlógini.
Hann sigur, at við førda politikkinum er vandi fyri, at fleiri fara at missa arbeiðið og fara ístaðin at liva av ymsum veitingum frá tí almenna. Og tá er samfelagið sjúkt, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr meiri um, hvussu Bill Justinussen metir um støðuna, nú samgongan fer undir sítt seinasta ár í hesum valskeiðnum.