eg var komin í nevndina og var blivin skrivari. Vit skipaðu fyri einari ferð til Berlin, og vit fingu avtalu um ein fund við yvirborgmeistaran. Hann æt Willy Brandt, og hevði beint verið í Amerika og har [...] høvi til at heilsa upp á familju hansara, og tað var ein løgin søga. Eins og í dag vóru pengar ikki nógvir millum studentar tá í tíðini. Ein dagin lænti hann 10 krónur frá mær, og hvørja ferð eg spurdi eftir [...] Einaferð vit vóru staddir í Keypmannahavn bað hann meg koma heim til sín eftir pengunum. Tey vóru øll bæði blíð og týð. Mamma hansara var tó ikki heima. Hon hevði verið nógv frammi í fjølmiðlunum, tí hon var
Ólavsøkan bleiv skotin í gongd við Pride skrúðgongu, útvarpsmannigin hevði gjørt seg væl út til dagin, eitt frásøgufólk var í høllini, har skrúðgongan byrjaði, eitt annað var og tók ímóti í býnum, umframt hesa [...] havt hendan møguleikan at hava almenna útvarpsmannig rennandi í hølinum á sær við einum og tveimun starvsfólkum, sum søgdu frá, hvat hendi í gjøgnum dagin og daganar á Ólavsøku. Dagin fyri Ólavsøku vóru [...] 17 kl 18.10 og so tók SvF við kl 19. So kom næsti dagur, aftur sama evni í sendinginum kl 14 & 18 og so aftur 29. juli og so nú í skrivandi løtu 30. juli so er hetta enn ein partur av tíðindatilfarinum
alt mítt lív. Nei, eg trúgvi ikki uppá ein Gud í siðbundnari merking. Í øllum førum ikki soleiðis, sum hann verður prædikaður í kirkjum og samkomum og lýstur í organiseraðum átrúnaði. Barnsligar og óbúnar [...] ímóti religiøsa diktaturinum í Iran, you name it… Hvør er besta bók, tú hevur lisið? Ómøguligt at siga. Lesi júst eina bók um fólkamorðið í Darfur, sum neyvan verður gloymd í bræði. Sataniskur óndskapur [...] og sum hava brúk fyri eini hjálpandi hond. Hvat ger teg illan? At politiski journalistikkurin í Føroyum er so veikur. At politiski myndugleikin hevur so lætt spæl, hóast ódugnaskapurin rópar til himmals
rættilig kreppa í Fólkaflokkinum, og formaðurin missir meiri og meiri álit fyri hvønn dag sum gongur. Hetta skilir fyrrverandi formaðurin, Anfinn Kallsberg tó einki av. - Eg havi fylgt við í miðlunum og havi [...] r, ið stava frá, at Fólkaflokkurin hevur veirð í samstarvi við aðrar flokkar so leingi. - Men tað sær út til, at tað als ikki ber til at stjórna Føroyum, uttan at Fólkaflokkurin er við, og tað kemst av [...] er heilt framúr, sigur Anfinn Kallsberg. Eingin ónøgd Komið er fram í fjølmiðlunum, at fleiri finnast at háttinum, sum formaðurin í flokkinum verður valdur upp á, men heldur ikki her sær fyrrverandi formaðurin
meg oftani aftur í skaldsøgum eftir Franz Kafka, um menn, sum verða uppsvølgdir av pappírsveldi og fremmandagjørdir inni í skipanum, sum onki endamál hava, annað enn at vera ein skipan í sær sjálvari og [...] øgiliga nógvir stovnar í hesum landi. Her eru næstan fleiri stjórar og leiðarar enn vanlig arbeiðsfólk og hetta býtið ber als ikki til í longdini, og skapar hetta fullkomna ójavnvág í samfelagnum, ikki minst [...] heimsátrúnaði og lívsáskoðan. Misskiljingin er í veruleikanum ótrúliga menniskjalig og skillig. Men hon er ein misskiljing fyri tað. Brian verður føddur í einum fjósi beint við síðuna av fjósinum, har Jesus
ikki nakran trupulleika í, tí, sum hann segði, tað vóru onnur skip úti á feltinum, sum kundu taka sær av hesum. Og samstundis sum okkara tilbúgving bæði á sjógvi og í luftini liggur í andaleypi, tí sitandi [...] hundraðtúsund tons av svartkjafti í býti fyri kvotuna eystanfyri, og eg eri ivaleysur í, at prísurin fyri svartkjaftin hevur ikki verið stórt meira enn Høvdavirkið í Leirvík hevur fingið fyri tey turkaðu [...] hansara hart forvunnu lønum, og hvussu høgt kostnaðarstøðið er í Føroyum. Álvaratos, er tað so løgið, at kostnaðarstøðið og skattatrýstið er so høgt í okkara samfelagi, tá ein hugsar um fjarleikan frá meginlandinum
tað. Eg vóni at fleiri fara at seta seg í samband við meg, tí eg haldi at tað verður syrgiligt, um at tað millum so nógvar løgfrøðingar, sum vit hava í Føroyum, ikki er onkur, sum hevur hug at fara un [...] samsvarandi og er hetta sama kravið sum í hinum Norðurlondunum. Ein lektari skal eisini hava royndir sum granskari og undirvísari. Skulu vit javnmetast við onnur universitet í Norðurlondum, so mugu vit seta somu [...] kandidatprógv ella samsvarandi og royndir í gransking, ella útfrá tí, sum hann hevur gjørt, metast at hava góð granskingarevni. Tað er eisini tað, sum stóð í lýsingini, men so settu vit afturat "og um
hetta er ikki bara nakað, sum hendir í útlondum. - Vit vita eisini onkur dømi um slíkt í Føroyum, sigur hon. Hon minnist til dømis hendingina, tá ið børn brutu inn í skúlan á Toftum og framdu umfatandi [...] , enn tey fyrru børnini. Sálarfrøðingurin leggur tó dent á, at hon hevur ikki sett seg inn í tað, sum hendi í Klaksvík. Tað, sum hon veit um málið, veit hon frá fjølmiðlunum og tí eru hennara viðmerkingar [...] seg til slíkt. Sálarfrøðingurin, Anna Debes Hentze, er líka skelkað sum øll onnur av tí, sum fór fram í Klaksvík sunnukvøldið, tá ið fýra ungir dreingir brádliga tóku til at skjóta frá hond. Men hon sigur
Dagny Joensen ? Ætlanin framyvir er at fáa Føroyum fult politiskt vald í øllum viðurskiftum, men tað merkir ikki, at vit vilja koyra samfelagið á bláman, sigur landsstýrismaðurin, sum enn einaferð heldur [...] broytast, og at fólkaatkvøða eisini skal vera í Danmark o.s.fr. Hetta er heilaspuni, sum einki hevur við veruleikan at gera, sigur Høgni Hoydal. ? Tað mest átrokandi í løtuni er at fáa samráðingarnar um blokkstuðul [...] siðiliga. Hetta verður ein prosess, har tingið er við í arbeiðinum og síðani fáa allir politiskir flokkar ávirkan, sigur landsstýrismaðurin. Víðari í skránni skal standa, at fakliga og søguilga arbeiðið
hoyrt sama ÓB taka til orðanna í seinastuni, at av tí at hann nú er í so góðum hýri fer hann ikki at fella eina sosialistiska stjórn Nú hevur pípan í hansara egna flokki í Danmark, bráddliga fingið eitt [...] skuldi til at fáa menn sum Nyrup og Lykketoft á glið og broyta kós móti Føroyum. Hesum eigur hann rós fyri. Um tað ikki er skomm skapt í fólkaflokkinum - og ÓB aftur fer at atkvøða saman við teimum konservativu [...] seg ikki vilja leggja seg út í føroysk viðurskifti aftur, eiga vit at síggja føroysku fólkatingsumboðanina sum eina heild, ið saman ger av, heldur ikki at leggja seg út í donsk viðurskifti. Men vil ÓB