Ikki talan um eina kollvelting

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ið ikki heldur tað vera torført at skilja, hvat samgonguflokkarnir ætla á sjálvstýrisleiðini. Tað vil bert gera viðurskiftini millum Danmark og Føroyar greiðari, heldur Høgni Hoydal

Dagny Joensen


? Ætlanin framyvir er at fáa Føroyum fult politiskt vald í øllum viðurskiftum, men tað merkir ikki, at vit vilja koyra samfelagið á bláman, sigur landsstýrismaðurin, sum enn einaferð heldur ótolin roynir at greiða frá tí, sum skal henda á sjálvstýrisleiðini, sum hann heldur so nógv tvætl hevur verið at hoyrt um. Hann nevnir mikrofonhaldarar, sum bert órógva kjakið, við at geva »sonvendum« serfrøðingum blaðrúmd. Ikki allir hava so gott skil fyri málinum, sum teir vilja vera við. Sumt av tí er so burturvið, at landsstýrismaðurin noktar at gera viðmerkingar, eitt nú at danska grundlógin skal broytast, og at fólkaatkvøða eisini skal vera í Danmark o.s.fr. Hetta er heilaspuni, sum einki hevur við veruleikan at gera, sigur Høgni Hoydal.

? Tað mest átrokandi í løtuni er at fáa samráðingarnar um blokkstuðul, skuld og bankamálið frá hondini. Hetta eru mál, sum áttu at verið avgreidd í fjør heyst og um árslok. Tað merkir, at vit fyrst fara at samráðast um hesi viðurskifti við danir. Síðani fara vit at nevna sjálstýrismálið, men tað verður ikki til realitetssamráðingar nú, sigur Høgni Hoydal.

Mest umráðandi hesaferð er, at føroyingar fyri fyrstu ferð vita, hvat teir vilja. Tað hevur danska stjórnin bíðað eftir í áravís, men nú er vón fyri framman. Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa broytingar á ríkisrættarliga økinum, og seinni skal tað skapa grundarlag fyri tí, sum skal henda. Møguleikarnir eru góðir, sigur Høgni.


Tað ber til

Spurdur, nær føroyingar kunnu vænta sjálvstýri, sigur landsstýrismaðurin, at tað verður ikki fyrr enn fakliga arbeiðið er gjørt.

? Vit fara ikki at fremja nakað kvetti. Tað verður gjørt ógvuliga seriøst og siðiliga. Hetta verður ein prosess, har tingið er við í arbeiðinum og síðani fáa allir politiskir flokkar ávirkan, sigur landsstýrismaðurin.

Víðari í skránni skal standa, at fakliga og søguilga arbeiðið, saman við tí løgfrøðiliga, skal vera grundarlagið fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð.

Her skulu búskaparligar útrokningar eisini gerast, sum skulu prógva, at um vilji er til staðar, ber væl til at Føroyar gerast sjálvbjargnar.

Týðandi partur í hesum arbeiði verður at kunna vanliga føroyingin um úrslit av arbeiðnum og ætlanir á sjálvstýrisleiðini, og sum seinni skal føra til fólkaatkvøðu um málið.

Høgni Hoydal metir leysliga, at ein sáttmáli kann gerast við danir um eitt ár, har staðfest verður, at Føroyar eru ein suverenur statur.

Henda avtala verður ein sáttmáli millum tvey javnbjóðis lond, og landsstýrismaðurin vísir til Ísland í 1918, sum valdi at fara úr danska ríkinum.

Tað verður kortini neyðugt at skapa trygd fyri føroyska samfelagnum á fíggjarliga økinum, og her hugsar landsstýrismaðurin sær, at ein avtala um skiftisbúskap verður gjørd viðd anir.


Búskaparlig skiftistíð

Fyri at strika undir, hvat skal gerast, endurtekur Høgni Hoydal, at politiska valdið skal flytast heim til Føroya, síðani fara føroyingar at biðja danir umsita ávís mál fyri okkum, umframt at grundarlag verður skapt fyri at fáa avtalu um eina rímuliga búskaparliga skiftistíð.

? Tað er umráðandi, at fíggjarlógin ikki verður skerd, og vit ístaðin í skiftistíðini minka um blokkstuðulin í eitt ásett áramál, sigur Høgni Hoydal og leggur dent á, at føroyingar ikki skulu vera bangnir fyri at nakað hendir á sjálvstýrisleið frá degi til dags. Áðrenn nakað hendir, verður Føroya fólk væl og virðiliga kunnað um málið. Tað metir landsstýrið vera ein týðandi tátt í fyrireikingararbeiðnum.


Greiðari viðurskifti

Spurdur um Føroyar í hesum valskeiðnum verða ein suverenur statur, sigur Høgni Hoydal, at tað bert velst um politiska viljan.

? Um uppleggið til danir verður nóg greitt lagt fram, eru ongar formligar ella løgfrøðiligar hindringar, bert viljin er til staðar ? og tað fer bert at gera viðurskiftini millum Danmark og Føroyar greiðari, sigur landsstýrismaðurin.