Lítil áhugi fyri lektarastarvi

Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Jóan Pauli Joensen, harmast um, at bert ein

hevur søkt starvið sum lektari í løgfrøði á Fróðskaparsetrið Føroya. Ein

hevði søgt starvið sum adjunktur, men tók umsóknina aftur

Ikki kann sigast, at áhugin fyri nýggja lektarastarvinum innan løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, er stórur. Bert ein umsøkjari er til annað av teimum báðum nýggju størvunum sum ávikavist lektari og adjunktur í løgfrøði. Spurningurin er tí, um krøvini til umsøkjararnar eru ov høg.

- Síðani 1999 hava lektarakrøvini á Fróðskaparsetrinum verið ein Ph.D. grad

ella samsvarandi og er hetta sama kravið sum í hinum Norðurlondunum. Ein

lektari skal eisini hava royndir sum granskari og undirvísari. Skulu vit

javnmetast við onnur universitet í Norðurlondum, so mugu vit seta somu krøv.

Tað ber ikki longur til at siga: "Undskyld, jeg er færing", sigur Jóan Pauli Joensen.

Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya heldur ikki, at krøvini til starvið sum adjunkt eru ov høg.

- Ein adjunktur skal hava kandidatprógv ella samsvarandi og royndir í

gransking, ella útfrá tí, sum hann hevur gjørt, metast at hava góð

granskingarevni. Tað er eisini tað, sum stóð í lýsingini, men so settu vit

afturat "og um viðkomandi ikke longu hevur ella er komin ávegis við

Ph.D.-lestri, skal hann ella hon lata seg innskriva til Ph.D.-lestur í

løgfrøði". Tað er sostatt einki krav um Ph.D.grad til adjunct, vísir Jóan Pauli Joensen á.

Sjálvur heldur hann, at hetta er ein avbera góður møguleiki hjá einum ungum

løgfrøðingi, men tíverri er trupulleikin hjá Fróðskaparsetrinum tann sami, sum hjá øðrumuniversitetum. Ungir dugnaligir løgfrøðingar hava so nógvar aðrar

møguleikar.

 

Førleiki vantar

Spurningurin er so, um tað er nóg stórur áhugi millum føroyskar løgfrøðingar at granska.

- Tað er óivað ymist, hvussu áhugin er. Summir vilja helst tjena so nógvar

pengar sum møguligt straks, meðan onnur hava hug at útbúgva seg meira, men

uppá longri sikt vil ein løgfrøðingur við starvið á universiteti kunna virka

meira uttanveltaður og autoritativir, enn aðrir løgfrøðingar, og tí hevur

okkara lítla land harðliga brúk fyri, sigur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya.

Søgur ganga um, at tað skal verða sagt við føroyskar

løgfrøðingar, at krøvini eru so høg, at eingin hevur førleika at søkja.

- Tað er ikki bert komið mær fyri oyru, men eg veit at meginparturin av

føroysku løgfrøðingum hava fingið at vita frá einum nýggjum felagsskapi

millum løgfrøðingar, at tað er næstan eingin, sum hevur førleikan at søkja.

Hatta harmar meg, og eg eri keddur av, at tað er hent. Einasta krav til

starvið sum adjunktur er at umsøkjarin er granskingarhugaður og vil fara

undir eina granskaraútbúgving. Hatta hevur hann ella hon 4 ár + eitt til, sigur Jóan Pauli Joensen.

Hóast miðað verður ímóti, at setrið verður eitt altjóða universitet, so er

løgfrøðin rættiliga serføroysk, so mett verður frægast, um ein føroyingur kom í

adjunktstarvið, men um ikki, verður lýst eftir útlendingi.

 

Eingin risaløn

Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya vónar, at tað fer at bera til at fáa føroyskar løgfrøðingar í størvini á Fróðskaparsetrinum.

- Møguleikin er eisini tann, at vit skulu gera adjunktstarvið meira opið, so

bæði ung og eldri kunnu søkja tað. Eg vóni at fleiri fara at seta seg í

samband við meg, tí eg haldi at tað verður syrgiligt, um at tað millum so

nógvar løgfrøðingar, sum vit hava í Føroyum, ikki er onkur, sum hevur hug at

fara universitetsvegin. Tað er nóg mikið at granska í, sigur Jóan Pauli Joensen.

Hann viðgongur, at talan ikki er um nakra fyrstaløn.

- Tað er sjálvandi ein relevantur spurningur, tí lønirnar innan

fyrisitingarstørv eru so, at tú verður tú ráðgevi ella deildarleiðari, so

hevur tú eina løn, sum er meira enn ein lektari á setrinum. Hin vegin er

lønin ikki alt í lívinum, eitt universitetsstarv ber nógv áhugavert í sær, men

skal setrið hinvegin kappast um tey góðu fólkini, so mugu vit eisini kunna

løna teimum. Men eg havi tað álit á teimum akademisku fakfeløgunum, at tey

duga at síggja hetta og arbeiða fyri, at lærarar og granskarar fáa eina løn

sum er kappingarfør, sigur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Jóan Pauli Joensen, sum leggur aftrat, at teir heilt skjótt fara at lýsa størvini leys av nýggjum.