Skal tú trúgva fjølmiðlunum, er rættilig kreppa í Fólkaflokkinum, og formaðurin missir meiri og meiri álit fyri hvønn dag sum gongur. Hetta skilir fyrrverandi formaðurin, Anfinn Kallsberg tó einki av.
- Eg havi fylgt við í miðlunum og havi hoyrt, hvat har hevur verið sagt, men vit skulu minnast til, at Fólkaflokkurin er samansettur av tingfólkum, ið eru ógvuliga sjálvstøðug og hava eina ógvuliga sjálvstøðuga meining. Og vit hava altíð megnað innanflokka at samansjóða hesar sjálvstøðugu meiningar og umboðað flokkin úteftir sum ein maður, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann sigur, at tá tað so ikki eydnaðist nú, so er tað formaðurin, ið fær skuldina, og tað skilir hann einki av.
- Tað er púra og aldeilis burturvið, tí vit hava ein serstakliga góðan formann, sum dugir væl at skipa fyri og sera semjusøkjandi og dugir væl at síggja, hvar hann skal finna konsensus. Tí haldi eg, at tað er púra ógrundaður kritikkur av formanninum, sigur Anfinn Kallsberg.
Stjórnarberandi
Hann viðgongur tó, at tað hevur sína ávirkan, at Poul Michelsen nú er farin úr flokkinum.
- Sjálvandi merkist tað, at vit fyrr vóru sjey tingmenn, og nú eru vit seks, og tað er at harmast um, at vit nú eru ein færri. Eg eri sera keddur av, at Poul Michelsen hevur valt at fara úr flolkkinum, han hevur sínar avgjørdu meiningar, men tað er ikki øðrvísið, enn aðrir limir í flokkinum hava, sigur Anfinn Kallaberg.
Hann heldur, at taka eitt so drastiskt stig, sum Poul Michelsen hevur gjørt, er eitt sindur ógjøgnumtonkt. Og hann heldur ikki, at hann sjálvur hevði handfarið støðuna øðrvísið, enn sitandi formaður.
- Nei, tað haldi eg als ikki. Tað hava eisini verið rembingar í Fólkaflokkinum, meðan eg havi sitið sum formaður, og tað er einki at siga til. Tú skal minnast til, at vit hava sitið sum stjórnarberandi flokkur líka síðani 1996, og tað vil so vera, at tá tú samstarvar við flokkar við so øðrvísið hugsjónum, so verður tú noyddur at ganga upp á kompromis, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann heldur tí, at tað, sum kemur fram nú, meira eru frustratiónir, ið stava frá, at Fólkaflokkurin hevur veirð í samstarvi við aðrar flokkar so leingi.
- Men tað sær út til, at tað als ikki ber til at stjórna Føroyum, uttan at Fólkaflokkurin er við, og tað kemst av, at vit higartil hava klárað at funnið tey kompromis innanfloks, sum skulu til, og har haldi eg, at okkara verandi formaður er heilt framúr, sigur Anfinn Kallsberg.
Eingin ónøgd
Komið er fram í fjølmiðlunum, at fleiri finnast at háttinum, sum formaðurin í flokkinum verður valdur upp á, men heldur ikki her sær fyrrverandi formaðurin nakran vanda.
- Nei, eg skilji heldur ikki tann kritikkin. Minsta krav til at vera ting- ella landsstýrisfólk er, at kenna lógirnar hjá flokkinum, og tað var mitt í 90-unum, at lógin fyri felagið varð broytt til, at tað nú er tingmanning floksins, ið velur formannin beinleiðis millum ting- og landsstýrismanning floksins, sigur Anfinn Kallsberg.
Fólkaflokkurin valdi sín formann undan tað, eins og hinir flokkarnir gera, og hann heldur, at hinir flokkarnir nú øvunda Fólkaflokkinum teirra skipan.
- At skipanin blev broytt er stutt sagt tí, at hetta er ein ógvuliga praktiskur og demokratiskur máti at gera tað upp á. Vit hava eina floksleiðslu sum er samansjóðað av formonnunum í ymsu valfeløgunum kring landið, og einum umboði, ið verður valt av aðalfundinum, og hartil koma so ting- og landstýrisfólkini, sum tilsamans eru í einari rættiliga stórari starvsnevnd, sigur Anfinn Kallsberg.
- Hetta forum velur so sjey limir, harav tingmanningin velur teir tveir, har annar er formaður, tað hevur verið ásett í lógini og hevur verið galdandi seinastu 15-20 árini, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann avvísir staðiliga, at hann hevur merkt nakra ónøgd í flokkinum við formanninum.
- Vit høvdu so seint sum fyrradagin fund í flokkinum har ting- og landsstýrismanning var savnað, og har hvørki hoyrdi ella merkti eg nakað til nakra ónøgd við verandi formann, sigur Anfinn Kallsberg.