Sálarfrøðingurin: Teir hava helst øst hvønn annan upp

Nógv foreldur í Klaksvík hava hug til at geva internet-kafeini skyldina fyri, at fýra ungir dreingir brádliga kundu finna uppá taka byrsu í hond og at skjóta frá hond, eftir øllum ið flutti seg

- Tað var ein heilt óhugnalig hending. Og áðrenn málið er kannað til botns, er tað trupult at siga, hvussu tað ber til, at ungir dreingir fáa seg til slíkt.

Sálarfrøðingurin, Anna Debes Hentze, er líka skelkað sum øll onnur av tí, sum fór fram í Klaksvík sunnukvøldið, tá ið fýra ungir dreingir brádliga tóku til at skjóta frá hond.

Men hon sigur, at tað er ikki vist, at tað liggur so nógv aftanfyri hendingina.

- Tað er ikki ókent, at børn og ung brádliga missa tamarhaldið á sær sjálvum og ganga berserksgongd, uttan at nakar veit hví.

Hon sigur, at hetta er ikki bara nakað, sum hendir í útlondum.

- Vit vita eisini onkur dømi um slíkt í Føroyum, sigur hon.

Hon minnist til dømis hendingina, tá ið børn brutu inn í skúlan á Toftum og framdu umfatandi herverk.

Hon minnist eisini eina hending í Havn fyri nøkrum árum síðani, tá ið ung fullkomiliga sorlaðu ein buss sundur.

- Talan var um púra vanlig børn ið okkurt brádliga kom yvir, sum endaði við sorli, herverki og oyðileggilsi.

Og síðani hevur onki verið við teimum.

-Tað kann verða nøkunlunda tað sama, sum hendi í Klaksvík sunnukvøldið. Men hesuferð var tað bara so ólukkuligt, at dreingirnir høvdu lívshættislig vápn við hondina og tað ger støðuna heilt nógv meiri álvarsliga, enn tey fyrru børnini.

Sálarfrøðingurin leggur tó dent á, at hon hevur ikki sett seg inn í tað, sum hendi í Klaksvík.

Tað, sum hon veit um málið, veit hon frá fjølmiðlunum og tí eru hennara viðmerkingar meiri almennir.

Hon sigur, at tað, at dreingirnir ikki hava uppgivið nakra serliga orsøk til, at teir gjørdu hetta, bendir ikki á, at tiltakið er lagt til rættis frammanundan.

-- Men fyri tað er tað rættiliga álvarlig.

-Fyrst bróta teir inn í eini hús. Og so tá ið løgreglan kemur á staðið, avdúka teir eina fullkomna líkasælu við myndugleikan, men taka tvørturímóti at skjóta eftir løgreglumonnunum.

-Hon sigur, at talan kann vera um, at innast inni hava teir veruliga ikki verið greiðir yvir, hvussu álvarlig gerðin var.

- Tað kann vera hent, at alt er byrjað í spølni. men at tað so er komið hartil, at teir hava øst hvønn annan upp og eggja hvønn annan til tað heilt ógvusliga.

-Vit vita frá líknandi tilburðum fyrr, at táið slík bólkaøsing tekur seg upp, kemur bólkurin í eina ónda ringrás, inntil tað fer heilt yvir gevind, uttan at teir hava givið sær stundir til at hugsa um, hvørjir vandar standast av.

Anna Debes Hentze sigur, at tað er ómetaliga sjáldsamt, at børn og ung eru einsamøll um slíkar gerðir, og tað vóru teir heldir ikki hesuferð.

Og neyvan hevði hetta hent, um talan var um ein einsmallan av drongjunum.

Hon heldur ikki, at tað er sannlíkt, at fýra dreingir skulu vera so illa fyri, at teir ikki eru rættsiktaðir.

- Tí kann tað verða talan um eitt bólkatrýst, har teir at enda fullkomiliga hava mist tamarhaldið á støðuni, og har tað ræðir um hjá hvørjum einstøkum at gera meiri av enn ein annar, sigur Anna Debes Hentze.

Hon sigur, at vit hava líknandi dømir frá happing, har bólkatrýst hevur gjørt, at happing er rokkið heilt óhugnaligum dimensjónum.

Er tað hinvegin talan um at gerðin er løgd til rættis frammanundan, er jú talan um eitt heilt annað mál.

Hon leggur afturat, at tað ræður um at kanna hendingina til botns fyri at vita, hvat lá aftanfyri.

Ikki fyrrenn tá ber rættiliga til at vita, hvussu hetta skal takast.

Men hon heldur í øllum førum, at tað hevur stóran týdning at tað verður sligið fast, bæði fyri teimum, og øllum øðrum børnum, hvussu álvarsligt hetta var, so at teir ikki verða móttiknir sum hetjur, tá ið teir t.d. koma aftur í skúla.