Tað er altíð hart at hoyra tá vinir frá ungdómsárunum doyggja. Tá minnast vit tað gamla orðið, at einki er so vist sum deyðin, men einki so óvist sum deyðastundin.
Svend Auken og eg komu at kennast tey árini vit lósu á universitetinum í Århus. Hann kom nakað seinni enn eg, men vit vóru so fá, sum tá lósu stjórnmálafrøði, at vit øll komu saman.
Samstarvið okkara millum beginti tó ikki so væl. Vit lesandi høvdu gjørt okkara egna felag, har eg var komin í nevndina og var blivin skrivari. Vit skipaðu fyri einari ferð til Berlin, og vit fingu avtalu um ein fund við yvirborgmeistaran. Hann æt Willy Brandt, og hevði beint verið í Amerika og har havt fund við forsetan John F. Kennedy. Svend kom ikki til Århus fyrr enn ein mánað eftir at lestrarárið beginti. Hann hoyrdi um hesa ferð og vildi eisini koma við, men tá var longu gjørt av hvørji 25 skuldu sleppa, so hóast hann bønaði og bað meg um at taka seg við eisini, bar tað ikki til. Hann kom so at heilsa fleiri ferðir seinni upp á Willy Brandt, so skaðin var ikki so stórur, men tað kundi hvørki hann ella eg vita tá.
Hann var eitt flogvit, og var ein altíð góður at vera saman við. Einaferð fekk eg høvi til at heilsa upp á familju hansara, og tað var ein løgin søga. Eins og í dag vóru pengar ikki nógvir millum studentar tá í tíðini. Ein dagin lænti hann 10 krónur frá mær, og hvørja ferð eg spurdi eftir teimum, lovaði hann at geva mær tær aftur. Einaferð vit vóru staddir í Keypmannahavn bað hann meg koma heim til sín eftir pengunum. Tey vóru øll bæði blíð og týð. Mamma hansara var tó ikki heima. Hon hevði verið nógv frammi í fjølmiðlunum, tí hon var eins og faðirin lækni og hevði skrivað ritgerð um seksuella atburðin hjá ungum kvinnum. Tey vóru mikið blíð, bæði faðir hansara og tey fýra systkini. Eg fekk tó onga tíggjukrónuna har, men hann bað meg koma við sær til eini onnur hús, har ein vinkona hansara búði.. Hetta var onkrastaðni á Carlsbergverksmiðjuni, og hann bað hana geva mær pengarnar, og tað eru so fyrstu pengar, eg fekk frá Carlsberggrunninum, alt Svend fyri at takka.
Tá eg seinni ferðaðist um Keypmannahavn, ringdi eg viðhvørt til hansara, og eina ferð møttust vit á Christiansborg og fóru á Skarv aftaná. Hann var sera bilsin av at uppliva eitt slíkt vertshús í Keypmannahavn. Hann visti um italsk og griksk vertshús í býnum, men at tað eisini var eitt føroyskt, hevði hann als einki hoyrt um.
Hann var ikki av føroyskari ætt, men við giftu hevði familja hansara eitt sindur við Niels Finsen at gera, og morbróðir hansara hevði verið lækni í Føroyum og skrivað eina doktararitgerð um psoriasis út frá føroyskum tilfari. Hann vónaði at koma til Føroya at vitja sum politikari, men tað gekk illa. Tá hann so endiliga kom higar var tað sum fylgisneyti hjá konu síni Bettinu Heltberg. Mamma hennara kendi William Heinesen, og tá hann fylti niti, sendi Politiken Bettinu til Føroyar at skriva um føðingardagin, og tey vóru bæði við í kyndlagonguni Williami til heiðurs. Hann var avbera glaður fyri at vera her, sjálvt um januar ikki er besta ferðamannatíðin.
Síðani hava okkara leiðir ikki borið saman, men vit hava skift brøv, og eg hoyrdi eina samrøðu við hann á Rás 2. Tá tóktist hann birgur, sjálvt um hann hevði viðurkent alment, at hann hevði fingið krabbamein í bløðruhálskertilin, og at eingin vón var um bata. Hann leit deyðan beint í eyguni og ræddist ikki. Slíkir menn hava virðing uppiborna.
Zakarias Wang