Liberalkommunisman blómar her á landi

Miðskeiðis í hálvfemsunum gjørdist Jeltsin fremsti talsmaður hjá liberalkommunismuni.

Fólksins ogn, tað veri seg allar olju- og gaskeldur við ófatiligum virðum lat hann bara so hissini nøkrum fáum persónum fyri lítið og lætt. Fleiri av hesum monnum liva nú í marglæti og stytta sær stundir við at keypa fótbóltsfelag, marglætishús og marklætisbátar. Tað sakar ikki so nógv, um eitt milliarda hall er á hvørjum ári, tí ogn russiska fólksins fíggjar hesar útvaldu liberalkommunistar.
Føroyar er eitt fiskivinnusamfelag burturav. Hóast tað so liggja okkara sjóverjuskip við bryggju stóran part av árinum, tí eingin fígging er til oljunýtslu.
Vit hava ein gamlan trolara, sum er umleið ára gamal, ið skal eitast at vera eitt havsóknarskip. Samstundis er tørvur á einum 15-20 milliónum krónum fyri at okkara sjómenn kunna fáa ta trygd við eini optimalari bjargingartyrluskipan, sum teir so sanniliga hava brúk fyri aftan á sorgarleikin sunnan fyri Suðuroynna í november 2009.
Tað var eisini um reppið, at ikki fleiri mans sjólótust norðanfyri, tá útrórarbátur teirra knappliga fekk ógvusligan leka. At okkara sjóverjuskip lógu surrað við bryggju, sá okkara fiskimálaráðharri ikki nakran trupulleika í, tí, sum hann segði, tað vóru onnur skip úti á feltinum, sum kundu taka sær av hesum.
Og samstundis sum okkara tilbúgving bæði á sjógvi og í luftini liggur í andaleypi, tí sitandi fiskimálaráðharri og teir undan honum als ikki hava givið sær far um trygdina hjá okkara fiskimonnum, so ætlar sami fiskimálaráðharri, eins og Jeltsin á sinni, at luta makrelkvotuna, ið hevur eitt milliarda virði, til teir persónar, sum bara hann aleina tekur avgerð um. Tað skal eingin uttanlandsnevnd ella nakar annar hava ávirkan á, og enn minni skal nakað tilfeingisgjald leggjast á hesi risa virði, ið eru ogn Føroya fólks.
Nei ikki talan um, at nakað avgjald skal leggjast á hesi virði. Avgjøld, sum millum annað kundu verið eitt lítið ískoyti til eitt nú eina optimala tilbúgving á sjónum og eina tyrlubjargingarskipan og eitt nýmótans havsóknarskip.
Meðan tað ikki finnast betri fiskimenn í heiminum enn okkara fiskimenn, so hava vit havt heimsins vánaligasta seljara av okkara vørum, eins og okkara ríka tilfeingi av pelagiskum fiski er latið russum og øðrum fyri spottprís. Ár um ár hava Russar fingið fleiri hundraðtúsund tons av svartkjafti í býti fyri kvotuna eystanfyri, og eg eri ivaleysur í, at prísurin fyri svartkjaftin hevur ikki verið stórt meira enn Høvdavirkið í Leirvík hevur fingið fyri tey turkaðu høvdini, teir selja til Afrika.
Samstundis so gorrar formaður Fólkafloksins framhaldandi um, hvussu høgt skattatrýstið er á hansara hart forvunnu lønum, og hvussu høgt kostnaðarstøðið er í Føroyum.
Álvaratos, er tað so løgið, at kostnaðarstøðið og skattatrýstið er so høgt í okkara samfelagi, tá ein hugsar um fjarleikan frá meginlandinum, eins og tað ofta verður tosað um, at tað er undrunarvert, at vit yvurhøvur klára at lívbjarga okkum at hesum kørgu oyggjum.
Systirflokkur Fólkafloksins í Danmark, teir Konservativu, hava somu politisku grundsjónarmið sum Fólkaflokkurin, nevnliga lítlan og ongan skatt og tá serliga fyri teirra veljarar, ið sita á hægstu rók. Danir hava svarað aftur við at geva teimun konservativu ein politiskan lúsing, tí veljarin er meira at sær komin, tí teir eru fult greiðir yvir, at skattur eins og solidaritetur skal til fyri at reka eitt vælferðarsamfelag.
Tað var tann tíð tá stavnamaður Fólkafloksins legði upp til, at tað føroyska samfelagið hevði nógv at læra av Isle of Man, har bankavinnan og skattaspekulasjón vóru við til at gera Isle of Man til eitt skattaparadís.
Ein løgin flokkur sum við sínum fiskivinnupolitikki hevur koyrt okkara fiskivinnu á ørmundarhús, samstundis sum okkara tilbúgving, ið skal tryggja okkara fiskimonnum ta trygd, teir hava uppiborið, liggur í skeljasori vegna vantandi fígging. Ímeðan situr fiskimálaráðharrin sum ein annar einaræðisharri og lutar fólksins ogn út, sum hann finnur tað fyri gott, meðan restin av samgonguni situr sum ryssa uppi yvur deyðum fyli.