føroyska landsstýrið er tað mær ein heiður at ynskja tygum og borgarum Kosovos tillukku við tykkara frælsiskunngerð. Stovnanin av Kosovo sum sjálvstøðugt land er eitt týðandi stig í tykkara tjóðskaparligu [...] tykkum tey bestu ynski um eina ríka framtíð fyri Kosovo, við vón um góð vinarbond okkara borgara millum.« Heilsanin er stílað til Fatmir Sejdiu, forseta í Kosovo, og er undirskrivað av Jóannes Eidesgaard, løgmanni [...] Landsstýrið hevur í dag sent Kosovo eina kvøðu í sambandi við, at landið hevur lýst seg sjálvstøðugt at vera Um tað var atfinningin hjá formanninum, Jørgen Niclasen, sum skumpaði undir, er óvist, men
dagar í Kosovo, tá landið sunnudagin lýsti seg sjálvstøðugt at vera. Hann er undir útbúgving í danska herinum, og sum partur av hesum stóð valið millum at vera sendur til Afghanistan ella Kosovo. 10. februar [...] februar kom hann til Kosovo, har hann bleiv partur av donsku NATO-deildini í økinum. Samstundis sum Kosovo lýsti seg sum sjálvstøðugt land, máttu altjóða herdeildirnar í økinum tryggja markið til Serbia [...] væl, eftir at Kosovo er blivin sjálvstøðug tjóð og sambandið við Serbia harvið er slitið, í hvussu so er fyribils. Altjóða viðurkenning Í vikuni hava fleiri av heimsins londum viðurkent Kosovo sum sjálvstøðuga
albanararnir í Kosovo kunnu fáa sjálvstýri, sum mugu vit hava sama rætt. Hesin tankin breiðir seg sum eldur út um Evropa í hesum døgum, og tað fyrsta tekinið kom úr grannalagnum hjá Kosovo í gjár, tá tað [...] partinum av Bosnia. - Um ein munandi partur av limalondunum í ST og serstakliga ES-londini viðurkenna Kosovo sum sjálvstøðugt land, er tjóðartingið í Republika Srpska av teirri áskoðan, at tað kann tilskila [...] fyri. Eisini aðrastaðni Í Abkhasia og Suðurossetia, sum eru partar av Georgia, hava tíðindini úr Kosovo eisini vakt ans, og ein talsmaður fyri loysingarrørsluna sigur við eitt georgiskt blað, at teir
tíðindum kravdi álopið eitt mannalív. Umleið 150.000 fólk vóru í gøtunum í Beograd og mótmæltu, at Kosovo hevur tikið loysing. Amerikanska uttanríkisráðið sigur, at USA hevði fingið vissu fyri, at mótmælisfólk
sjálvstýrisstríðnum hjá Kosovo. Nú er avgerðin loksins tikin. Lond, sum USA, Stóra Bretland, Týskland, Frakland, Italia, Danmark og Norra, hava alment boðað frá, at tey viðurkenna Kosovo sum sjálvstøðugt ríki [...] virða okkum, men úr Tinganesi er tøgn, sigur Jørgen Niclasen Við ovurstórum meirluta hevur fólkið í Kosovo lýst seg sum sjálvstøðugt land. Tilgongdin hevur verið long og stríggin. Seinnu árini hevur stórt [...] sigur formaður Fólkafloksins. Sjálvandi eiga Føroyar at reagera og vísa okkara stuðul til fólkið í Kosovo. Vit ynskja at traðka út í heim og hava eisini fingið landstýrismann í uttanríkismálum, men úr Tinganesi
Danmark hevur seinnapartin viðurkent Kosovo sum sjálvstøðugt land Uttanríkisráðið í Keypmannahavn boðaði seinnapartin frá, at Danmark viðurkennir í dag Kosovo sum sjálvstøðugt land. Formliga verður tað [...] uttanríkisráðharra til teir báðar ovastu leiðararnar í Kosovo, Fatmir Sejdiu, forseta og Hashim Thaci, forsætisráðharra. Fýra onnur ES-lond hava viðurkent Kosovo í dag. Tey eru Italia, Eysturríki, Estland og Letland
Serbiska stjórnin hevur mælt fólkinum til at mótmæla í dag, at Kosovo hevur loyst frá Serbia Eygleiðarar vænta, at nógv túsund fólk fara at gera eftir áheitanini, og at tey fara at ganga mótmælisgongu [...] til høvuðsstaðin at mótmæla. Teir almennu fjølmiðlarnir royna støðugt at eggja fólki til at mótmæla Kosovo, men eygleiðarar siga, at hetta skal kortini ikki tulkast, sum at Serbia er í ferð við at líkjast
halda um avgerðina hjá meirilutanum í Kosovo at loysa landspartin frá Serbia. - Serbia fer ongantíð at viðurkenna eitt sjálvstøðugt Kosovo. Vit fara ikki at lata Kosovo frá okkum, og vit gevast ikki, fyrr [...] sendiharrarnir í londum, sum viðurkenna Kosovo, fáa somu boð sum sendiharrin í USA. Serbiska tjóðartingið samtykti í gjárkvøldið at ógilda avgerðina hjá kosovoalbanska meirilutanum at loysa. Við 225 [...] segði Boris Tadic í ST-trygdarráðnum. Hann kundi frøast um, at tað er ósemja í trygdarráðnum um Kosovo. USA, Bretland og Frakland taka undir við sjálvsstýrislýsingini, meðan Russland og Kina siga kortanei
serbiska stjórnin í veruleikanum als ongan myndugleika hevur longur í Kosovo. Roknast kann við, at ES fer at viðurkenna nýggja statin Kosovo, men hetta verður ikki uttan trupulleikar. Orsøkin er, at eitt nú [...] Kosovo var sum kunnugt landslutur í Serbia, sum so aftur er ein leivd av tí Jugoslavia, sum fór í søguna eftir deyða Titos og eftir eina røð av kríggjum. Hesi kríggj høvdu tjóðskaparligan, etniskan og [...] og átrúnaðarligan uppruna. Kosovo er sum nevnt fyrrverandi landslutur í Serbia, men annars hevur landið verið undir ST fyrisiting síðan 1999. Loysingarrørslan er sterk og kjarnan i hesi rørslu er albanski
sum viðurkenna Kosovo, fáa somu boð. Danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, segði í gjár, at Danmark fer at viðurkenna Kosovo mitt í vikuni. Avstralia hevur í nátt viðurkent Kosovo. Serbiska tjóðartingið [...] at taka sínar sendiharrar úr teimum londum, sum viðurkenna Kosovo. Tann fyrsti hevur fingið boðini Í gjár viðurkendi amerikanska stjórnin Kosovo sum sjálvstøðugt land, og í gjárkvøldið boðaði Serbia frá [...] tjóðartingið samtykti í gjárkvøldið at ógilda yvirlýsingina hjá Kosovo um sjálvstýri. 225 av teimum 250 tinglimunum atkvøddu fyri at ógilda yvirlýsingina.