Landsstýrið hevur í dag sent Kosovo eina kvøðu í sambandi við, at landið hevur lýst seg sjálvstøðugt at vera Um tað var atfinningin hjá formanninum, Jørgen Niclasen, sum skumpaði undir, er óvist, men veruleikin er, at løgmaður í dag hevur sent nýggja sjálvstøðuga statinum Kosovo eina heilsan.
Heilsanin er sjálvandi send á enskum, men ljóðar leystliga umsett soleiðis á føroyskum:
»Harra forseti
Vegna føroyska landsstýrið er tað mær ein heiður at ynskja tygum og borgarum Kosovos tillukku við tykkara frælsiskunngerð. Stovnanin av Kosovo sum sjálvstøðugt land er eitt týðandi stig í tykkara tjóðskaparligu og demokratisku menning, og vit virðismeta tykkara ynski at náa hægsta stigi av demokratii og frælsi.
Eg beri tykkum tey bestu ynski um eina ríka framtíð fyri Kosovo, við vón um góð vinarbond okkara borgara millum.«
Heilsanin er stílað til Fatmir Sejdiu, forseta í Kosovo, og er undirskrivað av Jóannes Eidesgaard, løgmanni