Serbar í mótmælisgongu ímóti Kosovo

Serbiska stjórnin hevur mælt fólkinum til at mótmæla í dag, at Kosovo hevur loyst frá Serbia Eygleiðarar vænta, at nógv túsund fólk fara at gera eftir áheitanini, og at tey fara at ganga mótmælisgongu í høvuðsstaðnum Beograd í dag.

Fyri at geva øllum møguleikan at luttaka hevur stjórnin givið øllum skúlanæmingum frí í dag, og fólk kring landið sleppa ókeypis til høvuðsstaðin at mótmæla.

Teir almennu fjølmiðlarnir royna støðugt at eggja fólki til at mótmæla Kosovo, men eygleiðarar siga, at hetta skal kortini ikki tulkast, sum at Serbia er í ferð við at líkjast tí, sum landið var, meðan Slobodan Milosevic sat við valdið.