Vit eiga at virða onnur fólk, eins og vit ynskja tey at virða okkum, men úr Tinganesi er tøgn, sigur Jørgen Niclasen Við ovurstórum meirluta hevur fólkið í Kosovo lýst seg sum sjálvstøðugt land. Tilgongdin hevur verið long og stríggin. Seinnu árini hevur stórt diplomatiskt virksemi verið kring heimin, ikki minnst í ST, fyri sjálvstýrisstríðnum hjá Kosovo. Nú er avgerðin loksins tikin.
Lond, sum USA, Stóra Bretland, Týskland, Frakland, Italia, Danmark og Norra, hava alment boðað frá, at tey viðurkenna Kosovo sum sjálvstøðugt ríki.
At ES ikki samlað kann viðurkenna nýggja landið, sigur mest um ES og eigur at fáa onkran, ið ynskir at lima Føroyar inn í ES, at hugsa, sigur formaður Fólkafloksins.
Sjálvandi eiga Føroyar at reagera og vísa okkara stuðul til fólkið í Kosovo. Vit ynskja at traðka út í heim og hava eisini fingið landstýrismann í uttanríkismálum, men úr Tinganesi er tøgn, heldur Jørgen Niclasen fram.
Hann heitir á føroyingar um at standa saman í eini viðurkenning av Kosovo sum sjálvstøðugt land.
Lat okkum føroyingar nú traðka á altjóða pallin, har vit virða onnur fólk, eins og vit ynskja, at tey virða okkum. Sjálvandi skal løgmaður ella landstýrismaðurin í uttanríkismálum lata kosovobúgvar vita, at vit í Føroyum virða teirra avgerð, sigur Jørgen Niclasen.