KOSOVO: Tað er friðarligt í Mitrovica í dag. Men undir friðinum lúrir óttin fyri ófriði í kvøld. Teir umleið 500 donsku NATO-hermenninir í sundurbýtta býnum brúka dagin til at fyrireika seg. Herdeildin er styrkt við 200 hermonnum úr Portugal, umframt at franskir og eysturríkskir hermenn eisini eru í økinum. Í minninum standa hendingarnar fyri fýra árum síðani, tá Mitrovica varð rakt av ógvusligum samanbrestum millum báðar fólkabólkarnar í býnum, kosovoalbanarnar og serbarnar. Ein brúgv skilir býarpartarnar og fólkabólkarnar, og mesti ófriðurin var á hesi brúgv.
- Tað, sum vit óttast kann henda, er at serbiski minnilutin í býnum fer at gera um seg við mótmælisgongum í kvøld, og at tað fer at elva til samanbrestir við kosovoalbanarnar. Vit óttast ikki ógvusligan ófrið, men vit mugu vera til reiðar, sigur John Fornagarð.
23 ára gamli fuglfirðingurin hevði bara verið fáar dagar í Kosovo, tá landið sunnudagin lýsti seg sjálvstøðugt at vera. Hann er undir útbúgving í danska herinum, og sum partur av hesum stóð valið millum at vera sendur til Afghanistan ella Kosovo. 10. februar kom hann til Kosovo, har hann bleiv partur av donsku NATO-deildini í økinum.
Samstundis sum Kosovo lýsti seg sum sjálvstøðugt land, máttu altjóða herdeildirnar í økinum tryggja markið til Serbia, umframt at óttin stóð fyri samanbrestum millum kosovoalbanarnar og serbiska minnilutan í Kosovo. Ein av brennideplunum í hesum nýggja landi í Evropa er býurin Mitrovica.
- Vit stongja nú allar innkoyringar til býin, umframt at vit gera okkum til reiðar at berja niður ófriðin, sum møguliga brestur á í kvøld. Vit hava serliga útgerð til slíkt, greiðir John Fornagarð frá.
Hermenninir í deildini síggja eina trygd í, at markið til grannalandið Serbia er stongt og undir altjóða eftirliti. Tað minkar um vandan fyri ófriði. Men tað prutlar framvegis undir lokinum, tí serbiski minnilutin kennir seg ikki væl, eftir at Kosovo er blivin sjálvstøðug tjóð og sambandið við Serbia harvið er slitið, í hvussu so er fyribils.
Altjóða viðurkenning
Í vikuni hava fleiri av heimsins londum viðurkent Kosovo sum sjálvstøðuga tjóð. Hósdagin kom viðurkenningin frá donsku stjórnini, og tá mistu donsku hermenninir í Kosovo samstundis sína óheftu støðu. Kortini metir John Fornagarð tó ikki, at tað er blivið meira ótrygt at vera danskur hermaður í Kosovo.
- Nei, tað geri eg ikki. Sum hermenn hava vit alla tíðina roynt at vera so óheftir sum møguligt. Eftir donsku viðurkenningina vóru tað nakrir serbar í býnum, sum róptu eftir okkum á gøtunum, men enn hava vit ikki merkt nakran beinleiðis ágang, sigur John Fornagarð.
Hann greiðir frá, at henda vikan hevur verið merkt av stórum fagnaði millum kosovoalbanarnar, eisini so hvørt sum altjóða samfelagið hevur viðurkent nýggju tjóðina.
- Her var fagnaður í gøtunum. Fólk ballaðust. Onkur tveitti tó hondgranatir og onnur skutu upp í loft. Men sum heild var talan um fagnað í gøtunum, har eisini vit hermenn vórðu fagnaðir, sigur John Fornagarð.
Hálvt ár á Balkan
23 ára gamli fuglfirðingurin hevur bundið seg til at vera partur av donsku hermegini í Kosovo í eitt hálvt ár, og hann skal tí vera á Balkan til einaferð í august.
- Eg rokni við at hetta verður ein spennandi tíð við nógvum avbjóðingum. Ikki minst verður spennandi at fylgja við, hvat hendir við serbiska minnilutanum í Kosovo, og hvussu vit kunnu samstarva við tey, samstundis sum Danmark jú stuðlar kosovoalbanunum.
John Fornagarð hevur tó góðar vónir um, at tað fer at ganga væl at tryggja friðin í hesum nýggja landinum í Evropa.
Tilsamans fýra føroyingar eru í Camp Olav Rye, sum danska herdeildin í Mitrovica nevnist. Tveir eru í flutningsdeildini, ein í stríðsdeildini og sjálvur er John Fornagarð í pansaradeildini.
Hýrurin er góður í dag, men undir friðinum lúrir óttin fyri, at ófriður brestur á millum serbar og kosovoalbanar, tá myrkrið leggur seg yvir sundurbýtta Mitrovica.










