Danmark hevur seinnapartin viðurkent Kosovo sum sjálvstøðugt land Uttanríkisráðið í Keypmannahavn boðaði seinnapartin frá, at Danmark viðurkennir í dag Kosovo sum sjálvstøðugt land.
Formliga verður tað gjørt við einum brævi frá Per Stig Møller, uttanríkisráðharra til teir báðar ovastu leiðararnar í Kosovo, Fatmir Sejdiu, forseta og Hashim Thaci, forsætisráðharra.
Fýra onnur ES-lond hava viðurkent Kosovo í dag. Tey eru Italia, Eysturríki, Estland og Letland. Frammanundan hava eitt nú USA, Bretland, Frakland, Týskland og Noreg gjørt tað sama.
Serbiska stjórnin hevur svarað við at taka sínar sendiharrar heim. Serbia hevur ikki sendiharra í Keypmannahavn, men nakrar diplomatar, og teir fáa væntandi boð um at koma til Beograd nú, skrivar Ritzau.










