Oddagrein Loysing

Tann 17. februar í ár lýsti tingið í Kosovo landslutin í Serbia at vera sjálvstøðugt og frælst land, og við hesi loysing er enn eitt land komið afturat í Europa.

Kosovo var sum kunnugt landslutur í Serbia, sum so aftur er ein leivd av tí Jugoslavia, sum fór í søguna eftir deyða Titos og eftir eina røð av kríggjum. Hesi kríggj høvdu tjóðskaparligan, etniskan og átrúnaðarligan uppruna. Kosovo er sum nevnt fyrrverandi landslutur í Serbia, men annars hevur landið verið undir ST fyrisiting síðan 1999. Loysingarrørslan er sterk og kjarnan i hesi rørslu er albanski meirilutin í fólkinum. Millum muslimsku albanarnar og kristnu serbarnar er gamalt agg fyri ikki at siga fíggindskapur, og tí er serbiski minnilutin nú illa stæddur og hevur eisini lítið gott at vænta frá tí albanska meirilutanum.

 

Tað ber til at staðfesta, at altjóða samfelagið í roynd og veru hevur viðurkent loysingina hjá Kosovo frá Serbia. Men enn eru tó ikki allar súðir syftar. Formliga er landið enn undir ST og stýrt av ST fyrisætinum UNMIK, samstundis sum heimurin meira ella minni hevur ásannað, at serbiska stjórnin í veruleikanum als ongan myndugleika hevur longur í Kosovo.

 

Roknast kann við, at ES fer at viðurkenna nýggja statin Kosovo, men hetta verður ikki uttan trupulleikar. Orsøkin er, at eitt nú Spania, sum hevur trupulleikar av loysingarrørlsum, er hart ímóti øllum loysingarrørslum, uttan mun til hvar hesar virka. Hartil kemur, at málið ikki er endaliga avgreitt í ST, og er orsøkin tann, at Kina er ikki minni neiligt mótvegis loysingarrørlsum enn Spania. Kina ber ótta fyri, at eydnast loysingin hjá Kosovo, so fer hetta at elva til sterkari loysingarrørslur í Kina, har misnøgdin er stór millum etniskar minnilutar og tjóðflokkar, sum ikki kenna seg sum kinverjar.

 

Afturat hesum kemur, at Rusland í mong ár hevur verið mest trúfasti sameindi hjá serbisku tjóðini. Her er talan um sera gomul mentanarlig og politisk bond, sum russiska stjórnin er sera eym um. Loysingin fær tískil sera harða mótstøðu í Ruslandi, sum við fullari ferð er á veg inn aftur í leiklutin sum stórveldi. Tað er tí enn langt á mál hjá Kosovoalbanum, og roknast má við, at NATO hermegin, KFOR, enn eina tíð kemur at standa við ábyrgdini av trygd og friði í Kosovo, sum eisini er betur fyri allar partar økinum. So leingi hetta er støðan er lítil vandi fyri, at Serbia tekur til vápnini, men hinvegin er leiðin long til tess, at friður og trygd fara at valda í hesum parti av tí Balkan, sum í øldir hevur verið eyðkent av ófriði, kríggjum og yvirgangi. Danmark stuðlar fullu loysingini hjá Kosovo, eins og Danmark var fyrst at viðurkenna loysingina hjá Kroatia. Sum heild stuðlar Danmark loysingarørslur soleingi hesar ikki virka innan danska ríkisfelagsskapin.

Sosialurin