Serbiskir sendiharrar til hús

- Serbia fer ongantíð at lata Kosovo frá sær, og vit fara at berjast við hond og fót fyri okkara rættindum. Tað sigur serbiski forsetin

Boris Tadic, forseti, fekk í gjárkvøldið høvi til at siga limalondunum í ST-trygd­ar­ráðnum, hvat hann og ser­biska fólkið halda um av­gerðina hjá meirilutanum í Kosovo at loysa landspart­in frá Serbia.

- Serbia fer ongantíð at viðurkenna eitt sjálvstøðugt Kosovo. Vit fara ikki at lata Kosovo frá okkum, og vit gevast ikki, fyrr enn vit hava fingið okkara rættindi, segði Boris Tadic í ST-trygdarráðnum.

Hann kundi frøast um, at tað er ósemja í trygd­ar­ráðn­um um Kosovo. USA, Bret­land og Frakland taka undir við sjálvsstýrislýsingini, með­an Russland og Kina siga kortanei. Serbia vil hava trygdarráðið at lýsa loys­ingina ógylduga, men tað vil trygdarráðið ikki.

USA viðurkendi í gjár Kosovo, og í gjárkvøldið kunn­gjørdi serbiska stjórn­in, at hon hevði givið sínum sendiharra í Washington boð um at koma heim. Voji­slav Kostunica, for­sætis­ráð­harri, segði, at sendiharr­arnir í londum, sum við­ur­kenna Kosovo, fáa somu boð sum sendiharrin í USA.

Serbiska tjóðartingið sam­tykti í gjárkvøldið at ógilda avgerðina hjá kosovo­albanska meirilutanum at loysa. Við 225 av teimum 250 atkvøðunum samtykti tingið, at yvirlýsingin úr Pristina er í stríð við ser­bisku grundlógina og brot á landsins fullveldi. Sam­stundis varð gjørt greitt, at Ser­bia tryggjar sær rætt til at draga teir kosovoalbansku leiðararnar fyri rættin fyri at hava brotið serbisku grund­lógina.