Illir serbar settu í gjárkvøldið eld á amerikonsku sendistovuna í Beograd Amerikanska stjórnin hevur hvassliga mótmælt, at mótmælisfólk settu eld á amerikonsku sendistovuna í serbiska høvuðsstaðnum í gjárkvøldið. Sambært óváttaðum tíðindum kravdi álopið eitt mannalív.
Umleið 150.000 fólk vóru í gøtunum í Beograd og mótmæltu, at Kosovo hevur tikið loysing.
Amerikanska uttanríkisráðið sigur, at USA hevði fingið vissu fyri, at mótmælisfólk sluppu ikki at gera seg inn á sendistovuna.
-Tað hendi kortini, og vit hava sent Vojislav Kostunica, forsætisráðharra eina formliga kæru, segði amerikanski varauttanríkisráðharrin Nicholas Burns.
Serbiska úttanríkisráðið sigur, at tað vóru nakrir fáir ófriðarkroppar, sum skipaðu fyri álopinum á amerikonsku sendistovuna.