við skaða í høvdinum. Longu fyrr um morgunin hevði løgreglan eisini fingið boð um eitt ferðsluóhapp. Hetta var í Kollafirði kl. 10.25. Innalaga í bygdini var ein bilur farin út av vegnum. Bilurin gjørdist [...] Løgreglan hevði nógv fólk inni at sova rúsin av sær á ólavsøku. Tað er serliga um náttina at fólk koma inn, men onkur kemur eisini inn um dagin. Bæði ólavsøkunátt og hósnáttina vóru nógv fólk inni og svóu rúsin [...] full fólk at sova rúsin av sær, sjálvt um ikki alt hevur havt nakað uppá seg. Kl. 7.55 í gjáramorgunin, tá enn nógv fólk vóru í gøtunum í Havn, fekk løgreglan boð um, at okkurt lá og fleyt uttanfyri molan
Um ólavsøkuna argar mjørkin, sum hann ikki ger aðrar tíðir á árinum. Tað hevur veðrið á tjóðarhátíðini so mangan verið vitni um, og aftur í hesi vikuni kendu týðandi ítróttarkappingar ampa av køvandi mjørkanum [...] mjørkanum. Mánakvøldið var um reppið, at Europa Cup dysturin hjá B36 ímóti ísraelska Beidar Jerusalem varð avlýstur, tí tað viðhvørt ikki sást tvørtur um vøllin, og tað var uppaftur torførari at síggja [...] úr øðrum endanum á vøllinum og í hin. Og dagin eftir, ólavsøkuaftan, var tað ikki frítt, at hugsanin um at útseta kappróðurin var frammi. Ivaspurningar í hesum sambandi høvdu við sær, at tað gekk eitt sindur
teir ongantíð vóru hóttir av nøkrum øðrum enn sannførandi FM vinnaranum, og tískil hildu teir tørn um silvurplássið í samlaðu kappingini. Men teir megnaðu altso ikki at halda kvívíksdreingir aftanfyri [...] teir fyrstu 200 metrarnir vóru lagdir afturum, var hann fremstur, og tá helmingurin av teinum var farin, var hann tríggjar fjórðingar av einari bátslongd frammanfyri Blik. Onkra løtuna høvdu argjadreingir
á odda. Her verður m.a. hugsað um okkara skúlaungdóm, sum nú í tvey ár á rað hevur vunnið eina evropeiska kapping um at gera burðardygg vinnuuppskot. Eitt annað dømi um at okkara skúlabørn eru í fremstu [...] setanina av okkara tjóðhátíð, ólavsøkuni. Hendan hátíð, sum av byrjan tíð av hevur verið til minnis um deyða Ólav Haraldson, sum lat lív á Stiklastøðum 29. juli í árinum 1030, og sum varð lýstur halgimenni [...] gaman. Hetta er størsta samankoming av føroyingum, sum kemur fyri. Tað man vera rættiliga sjáldsamt, um ikki eindømi, at so nógvir íbúgvar í einum landi stevna saman til høvuðsstaðin at halda tjóðdagin.
tað skuldi hann hugsa um, svaraði hann aftur. Bina Olsen sigur, at hóast hon ikki rættiliga fekk við, hvør hevði vunnið bilin, hugsaði hon ikki so nógv um tað í fyrstuni, tí tankin um, at tað netupp skuldi [...] størri vinningar. Og síðst í juni mánaða byrjaði so kappingin um tann størsta vinningin, sum útvarpið nakrantíð hevur bjóða fólki at kappast um í V - 4: Ein spildurnýggjur Rover 416 SI frá DB bilum. Hendan [...] ferðirnar, kappast var um bilin. Og tá ið hvør seðil kostar 25 krónur, er skjótt at rokna seg fram til, at føroyingar spældu í V - 4 fyri 1,3 millión tær seks ferðirnar, kappast var um bilin. So hóast útvarpið
at biðja um eykajáttan til átrokandi tørv. Ikki mist er støðan á landssjúkrahúsinum tiltikin við grovum sparingum hvørt einasta ár við ársenda og hóp-uppsagnum í jólagávu til starvsfólki ár um ár. Táið [...] leiða, sum klárar taðv- um politikararir ikki vilja játtað stovninum fleiri pengar. Men nú vilja stovnsleiðslur uttan iva siga, m.a. heimarøktin, at tað ber ikki til at fara niður um eitt ávíst støði? ? Jú [...] hann hevur ikki sitið á kassanum í meiri enn ein knappar tveir mánaðir, nú boð longu vóru eftir honum um at lætta seg av lokinum. Nú er tað heimarøktin, sum er komin í penganeyð og manglar millum tvær og
hjá Bussleiðini við høgra bakhjóli uppi á gongubreytini. Tað er óvist um bussurin hevur koyrt uppá gongubreytina, ella um hann er farin uppá av stoytinum. Løgreglan upplýsir eisini, at tað vóru heilir 19 [...] Bussleiðini, í gronina á bussinum hjá Bygdaleiðum. Men enn er tað eisini óvist, um annar bussurin er fluttur eftir óhapið, ella um bussurin hjá Bussleiðini er skumpaður so langt frameftir av stoytinum, tí so [...] Trý fólk endaðu á Landssjúkrahúsinum eftir eitt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum í Hoyvík um fimm tíðina seinnapartin hósdagin Men tvey teirra sluppu út útaftur beinanvegin Hinvegin var neyðugt at leggja
gina lynda. Tað verður nógv vant á Sevmýri, og teir eru átjan í 1. liðs hópinum. Einasti, sum er farin burturav síðani undan summarsteðginum, er Eyðun Gullok Svalbard, sum nú spælir í Royn. TB kom mánamorgunin [...] hann ikki spælt nógv í ár. VB hevur mist tveir av føstu spælarunum ? vongverjin Magni Magnussen er farin til skips, og álopsspælarin Dan Djurhuus verður burturstaddur í skúlaørindum næsta mánan. Heldur ikki [...] tapti 2-0 á Vágseiði. Eingin spælari hjá suðuroyarliðunum er leikbannaður, og burtursæð frá ivanum um Magna Hentze er eingin spælari skaddur. Í fyrsta umfari spældu TB og VB 2-2 í friðarligari grannauppgerð
frætt, at gøtumenn vandu tríggjar ferðir um dagin og tvær ferðir teir dagarnar, tá teir spældu um kvøldið. NSÍ vandi tvær ferðir um dagin og eina ferð, tá teir spældu um kvøldið. Í morgin fæst at síggja, hvør [...] trupulleikar við knænum. Álopsmaðurin Óli Hansen er farin burturav í summar. Hann er farin niður til Kolding at ganga í skúla. Hjá GÍ er Janus Rasmussen farin burturav. Hann er fluttur niður til Aalborg. Ætlanin [...] Gøtumenn og teir í Runavík hittast í Sarpugerði í morgin. Talan er um spennandi og lagnukenda grannauppgerð, og serliga hjá GÍ ræður um ikki at tapa. Vinnur NSÍ, so hanga teir framvegis uppi í toppinum
at hann fer at geva Gunnari á Steig kapping um plássið ímillum stólparnar. Ein gamal kenningur er komin afturat hjá KÍ. Tað er Allan Joensen, sum er farin at spæla aftur. Hann kennir einki til beinskaðan [...] Í gjárkvøldið var besta liðið hjá KÍ í Leirvík og vandi, og vil tað illa til, so fara teir aftur um fjørðin í morgin at spæla ímóti ÍF á vøllinum í Leirvík. Graslíkið er komið á í Klaksvík, men sandurin [...] líkindini góð í miðstaðarøkinum, men í Klaksvík kendist rættuliga úr honum, og tað var ikki hugsningur um at fáast við sand og graslíki. Teir rokna við, at tveir dagar skulu til tað, ið er eftir at gera, so