Nógv verið inni og sovið rúsin av sær

Tað vóru heldur fleiri inni á politistøðini og svóvu rúsin av, enn tað plagar at vera á ólavsøku. Harðskapur, herverk og tvey bilóhapp vóru eisini á ólavsøku

Løgreglan hevði nógv fólk inni at sova rúsin av sær á ólavsøku. Tað er serliga um náttina at fólk koma inn, men onkur kemur eisini inn um dagin. Bæði ólavsøkunátt og hósnáttina vóru nógv fólk inni og svóu rúsin av sær. Heldur meir seinnu náttina, tá ið umleið 30 høvdu verið inni. Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan eisini fleiri uppringingar um avdottin fólk, sum teir tóku inn at sova rúsin av sær. Nøkur avdottin fólk vórðu ikki tikin inn, men ístaðin koyrd heim at sova rúsin av sær.

Talið á teimum, sum hava verið inni og sovið rúsin av sær er nakað meir, enn tað plagar at vera, verður upplýst av pollitigarðinum í Havn. At tað eru nakað fleiri kemst partvís av, at tað hev-ur verið eitt sindur vátt, og tí hevur ikki borið til at latið fólkini sovið úti.

Løgreglan hevur lagt fólkið í klivar ella á madrassir í geingini at sova rúsin av sær.


Trillibøra á sjónum

Men løgreglan hevur eisini havt annað at gera enn bara at taka inn full fólk at sova rúsin av sær, sjálvt um ikki alt hevur havt nakað uppá seg.

Kl. 7.55 í gjáramorgunin, tá enn nógv fólk vóru í gøtunum í Havn, fekk løgreglan boð um, at okkurt lá og fleyt uttanfyri molan í Havn. Á politigarðinum hugsaðu tey beinavegin um, at ein bilur varð farin á sjógv, og tey vóru klár at setta fleiri fólk inn fyri at hjálpa.

Hetta var tó skjótt uppklárað, tá ið strandfarðaskipið Ternan kom framvið og fiskaði eina trillibøru upp úr sjónum.


Ferðsluóhapp

Ólavsøkudag kl. 18.14 fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp. Tað var ein bilur, sum kom frá Gundadalsvegnum út á R. C. Effersøesgøtu, sum ikki yvirhelt vikiskylduna. Ein annar bilur, sum kom koyrandi eftir R. C. Effersøesgøtu rendi í tann fyrra. Báðir bilarnir fóru illa og máttu sleipast burtur frá staðnum. Ein kona varð innløgd á sjúkrahúsið við skaða í høvdinum.

Longu fyrr um morgunin hevði løgreglan eisini fingið boð um eitt ferðsluóhapp. Hetta var í Kollafirði kl. 10.25. Innalaga í bygdini var ein bilur farin út av vegnum. Bilurin gjørdist vrak, men bilførarini slapp væl frá óhappinum. Orsøkin tykist vera, at bilførarini hevði verið óansin.

Løgreglan hevur eisini gjørt nakrar ferðslukanningar um ólavsøkuna, men eingin er tikin fyri at hava koyrt ávirkaður ella at hava koyrt við ov nógvari ferð.


Harðskapur og herðverk

Eisini hevur onkur harðskapssak verið á ólavsøku. Ólavsøkuaftan varð ein persónur sligin við fløsku í andlitið. Gerningsmaðurin varð tikin og skuldsettur fyri harðskap. Ólavsøkudag varð eisini ein persónur skallaður í Tróndargøtu.

Ikki allir rútar hava fingið frið á ólavsøku. Í nøkrum handlum í miðbýnum eru nakrir rútar brotnir.

Løgreglan í Havn hevði fingið inn eyka manning frá bygdunum at hjálpa til á ólavsøku.