TB ger nógv við tað

Talið á teimum, sum venja á Tvøroyri er størri enn tað er í Vági

TB er aftast í 1. deild, men teir ætla ikki at lata sær niðurflytingina lynda. Tað verður nógv vant á Sevmýri, og teir eru átjan í 1. liðs hópinum. Einasti, sum er farin burturav síðani undan summarsteðginum, er Eyðun Gullok Svalbard, sum nú spælir í Royn.

TB kom mánamorgunin aftur av venjingarlegu í Danmark, har teir í eina viku hildu til í Hygum. Teir vandu tvær ferðir hvønn dagin og spældu tveir dystir. Ímóti Lemvig vunnu teir mikukvøldið 4-2, og hóskvøldið taptu teir 4-3 ímóti Struer. Rolf Christensen var ikki við niðri, men hann venur við, og tað verður hann ella Magni Hentze, sum framvegis hevur trupulleikar við økslini, ið fer at verja málið í Vági í morgin.

VB hevur fingið nýggjan venjara. Tað er ein 29 ára gamal pólverji, og hann eitur Krzystus Popczynski. Hann kemur úr Esbjerg, har hann hevur verið liðfelagi við Jan Allan Müller. Pólverjin er álopsspælari, men eins og Jan Allan Müller, so hevur hann ikki spælt nógv í ár.

VB hevur mist tveir av føstu spælarunum ? vongverjin Magni Magnussen er farin til skips, og álopsspælarin Dan Djurhuus verður burturstaddur í skúlaørindum næsta mánan. Heldur ikki Birgir Jørgensen hevur vant síðani summarsteðgin. Vit frætta, at tað møta 10-12 til venjingar, og tað er ikki nógv at manna tvey lið við.

Vágbingar hava spælt tveir venjingardystir ímóti Royn, sum vann 2-0 á heimavølli og tapti 2-0 á Vágseiði.

Eingin spælari hjá suðuroyarliðunum er leikbannaður, og burtursæð frá ivanum um Magna Hentze er eingin spælari skaddur.

Í fyrsta umfari spældu TB og VB 2-2 í friðarligari grannauppgerð á Sevmýri. Í fyrraárið vann VB 1-0 í Vági.

jh