Gøtumenn og teir í Runavík hittast í Sarpugerði í morgin. Talan er um spennandi og lagnukenda grannauppgerð, og serliga hjá GÍ ræður um ikki at tapa. Vinnur NSÍ, so hanga teir framvegis uppi í toppinum, og útisigur fer eisini at hava við sær, at tað so at siga verður greitt, at GÍ ikki verður við í toppstríðnum.
Hjá NSÍ er alt fólkið tókt, burtursæð frá vongverjanum Dann Knudsen, sum hevur trupulleikar við knænum. Álopsmaðurin Óli Hansen er farin burturav í summar. Hann er farin niður til Kolding at ganga í skúla.
Hjá GÍ er Janus Rasmussen farin burturav. Hann er fluttur niður til Aalborg. Ætlanin var, at ein annar verjuspælari, Pól Ennigarð, skuldi fara niður í tekniskan skúla eftir summarsteðgin, men skúlagongdin er nú útsett til eftir kappingarlok.
Símun Petur Justinussen var við í Danmark. Ætlanirnar um at seta skógvarnar á hillina eru fyribils sleptar. Eisini onnur nøvn, sum ofta hoyrdust tey árini, GÍ vann FM, spøkja í kulissini. Teir vóru ikki við í Danmark, men Rúni Justinussen og Erland Tvørfoss taka nú aftur venjingina í álvara, og Alvi Justinussen er fluttur aftur úr Danmark. Hann verður neyvan á 1. liði í ár, men ivaleyst fer 2. deild at njóta gott av hansara evnum.
Einasti GÍ spælarin, sum tað hevur verið ivi um, er málverjin Sunnvard Joensen, men hann vandi hóskvøldið. Verður hann ikki klárur, so fer Rúni Joensen at verja málið ímóti NSÍ. Hvørki liðið hevur nakran leikbannaðan spælara.
Bæði NSÍ og GÍ hava í eina viku fyrireikað seg í Skjald tætt við Holsterbro. Liðini vóru niðri í senn, og tey spældu ein innanhýsis venjingardyst, sum endaði 3-3. GÍ tapti 3-0 ímóti einum liði hjá Holsterbro, og NSÍ spældi samstundis 4-4 ímóti sama felag. Tað er eitt sindur misjavnt, sum teir siga frá, hvat tað vóru fyri mótstøðumenn, sum teir høvdu.
Hóskvøldið vann NSÍ 2-1 ímóti besta liðnum hjá Holsterbro. Besta liðið hjá teimum er júst flutt upp í 1. deild. Næstbesta liðið spælir í danmarksseriuni.
GÍ vann eisini 6-2 ímóti Ringkøbing, sum spælir í danmarksseriuni.
Vit hava frætt, at gøtumenn vandu tríggjar ferðir um dagin og tvær ferðir teir dagarnar, tá teir spældu um kvøldið. NSÍ vandi tvær ferðir um dagin og eina ferð, tá teir spældu um kvøldið.
Í morgin fæst at síggja, hvør hevur fingið meiri burturúr. Tá liðini í fyrsta umfari hittust í Runavík, vann heimaliðið 3-1.Í fjør vann GÍ 2-0 á heimavølli. jh