Mjørkin argaði

Áskoðararnir til ólavsøkukappróðurin fingu bara nøkur fá tøk í hvørjum róðri fyri atgongugjaldið

Um ólavsøkuna argar mjørkin, sum hann ikki ger aðrar tíðir á árinum.

Tað hevur veðrið á tjóðarhátíðini so mangan verið vitni um, og aftur í hesi vikuni kendu týðandi ítróttarkappingar ampa av køvandi mjørkanum.

Mánakvøldið var um reppið, at Europa Cup dysturin hjá B36 ímóti ísraelska Beidar Jerusalem varð avlýstur, tí tað viðhvørt ikki sást tvørtur um vøllin, og tað var uppaftur torførari at síggja úr øðrum endanum á vøllinum og í hin.

Og dagin eftir, ólavsøkuaftan, var tað ikki frítt, at hugsanin um at útseta kappróðurin var frammi. Ivaspurningar í hesum sambandi høvdu við sær, at tað gekk eitt sindur striltið at fara undir róðurin, og fram ímóti endanum var so mikið tjúkt, at teir á málinum undir Skipafelagnum noyddust at seta ljós á peilipunktið, sum teir høvdu á Tinganes landinum. Og so bar til at fáa allar róðrarnar frá hondini.

Tað er altíð hugaligt at hyggja at ólavsøkukappróðrinum, og ivaleyst hugnaðu áskoðararnir sær eisini hesa ferð, men teir sóu lítið av kappingini á vánni. Í flestu førunum sóust bátarnir bara tann allar síðsta partin av teininum, og heilt forgjørt var tað, tá 8-mannaførini kappaðust. Tey komu ikki út úr mjørkanum fyrrenn einar 30 metrar úr málinum!

Mjørkin hevði við sær, at tað tók longri tíð, enn tað hevur gjørt hesi seinnu árini, áðrenn 10-mannafarsróðurin var liðugur. Hesi seinnu árini hevur ólavsøkuróðurin verið liðugur eftir hálvum øðrum tíma. Hesa ferð varð klokkan farin av fimm, áðrenn 10-mannaførini vóru komin á mál.

Hetta vil við øðrum orðum siga, at skjótasti kappróðurin í ár var ikki á ólavsøku, sum hann plagar at vera, men á vestanstevnu í Miðvági. Eisini á jóansøku í Vági gekk tað sera skjótt at avgreiða róðrarnar. Felags fyri róðrarnar í Miðvági og í Vági og fyri ólavsøkuna var, at túsund metra málið varð brúkt til allar róðrarnar. Felags fyri Vág og Miðvág var, at har argaði mjørkin ikki. Tað gjørdi hann á ólavsøku.

jh