Amerikanski forsetin, Donald Trump, víðkar innferðarbannið í landinum til eisini at fevna um sjey lond afturat.
Tað boðaðu Hvítu Húsini frá í dag.
Innferðarbannið kemur í gildi frá 1. januar og er galdandi fyri ríkisborgarar í Burkina Faso, Laos, Mali, Niger, Sierra Leone, Suðursudan og Sýria.
Harumframt verða fólk, sum brúka ferðaskjøl "útgivin ella góðkend av palestinska myndugleikanum (PA)", eisini noktað atgongd.
Sambært Trump varð avgerðin tikin fyri at ”forða fyri, at hóttanir móti tjóðar- og almennu trygdini koma til okkara landamørk”, stendur í fráboðan frá Hvítu Húsunum.
Innferðarbann er longu galdandi fyri londini Afganistan, Kongo, Eritrea, Haiti, Iran, Libya, Myanmar, Somalia, Sudan, Tsjad, Jemen og Ekvatorguinea.
Tað varð innført í summar.
Í fyrisitingarskipanini nevnir Trump orsøkirnar til, at hvørt av teimum sjey londunum er komið við í innferðarbannið.
Fyri nógv tey flestu londini er ein partur av grundgevingini, at fleiri av ríkisborgarunum í londunum hava valt at vera verandi í USA, eftir at teirra visum eru farin úr gildi.
Fleiri av londunum hava eisini ikki tikið ímóti ríkisborgarum, sum USA hevur koyrt út, stendur í fyrisitingarskipanini.
Fyri Sýria ljóðar grundgevingin eisini:
– Hóast landið arbeiðir við at loysa sínar trygdarligu avbjóðingar í tøttum samstarvi við USA, so manglar Sýria framvegis ein hóskandi miðfyrisitingarmyndugleika at útskriva pass ella skjøl.
Trump hevur annars stuðlað forsetanum í Sýria, Ahmed al-Sharaa, sum kom til valdið eftir at stjórnin hjá Bashar al-Assad fall í desember í fjør.
Í sínum fyrsta valskeiði skrivaði Trump eisini undir innferðarbann fyri fólk frá sjey tjóðum.
Hesin politikkurin fór ígjøgnum rættarskipanina fleiri ferðir, áðrenn hann varð staðfestur av amerikanska hægstarætti í 2018.
Eftirmaðurin hjá Trump, demokraturin Joe Biden, avtók forboðið, tá hann varð settur sum forseti í 2021.
/Ritzau/










