- Øll tøk grundstykkir hjá kommununi verða lýst alment til sølu fyri nýggju ásettu prísirnar á heimasíðuni hjá kommununi og hjá skyn.fo hin 5. januar 2026 klokkan 15, siga tey í Sunda kommunu

Prísurin fyri grundstykkir lækkar munandi

- Vit vilja gera okkara fyri at fáa borgarar til økið og at framtíðartryggja møguleikan hjá ungu borgarunum at seta føtur undir egið borð

- Øll tøk grundstykkir hjá kommununi verða lýst alment til sølu fyri nýggju ásettu prísirnar á heimasíðuni hjá kommununi og hjá skyn.fo hin 5. januar 2026 klokkan 15, siga tey í Sunda kommunu

Sunda kommuna samtykti á býráðsfundi í gjárkvøldið at áseta nýggjan prís fyri byggibúgvin og ikki byggibúgvin grundstykkir.

 

- Hóast Sunda kommuna hevur havt tøk grundstykkir, so hevur seinastu árini verið torført at selt grundstykkini.

 

Í Sunda kommunu siga tey seg vilja gera sítt til at fáa borgarar til økið, og at framtíðartryggja møguleikan hjá ungu borgarunum í kommununi at seta føtur undir egið borð. 

 

Býráðið samtykti tí eftir tilmæli frá umsitingini at lækka prísin á grundstykkjum í kommununi munandi.

 

Nýggju prísirnir síggjast á yvirliti á heimasíðuni hjá kommununi - www.sunda.fo 

 

- Øll tøk grundstykkir hjá kommununi verða lýst alment til sølu fyri nýggju ásettu prísirnar á heimasíðuni hjá kommununi og hjá skyn.fo hin 5. januar 2026 klokkan 15, verður lagt aftrat.

 

 

 

- Øll tøk grundstykkir hjá kommununi verða lýst alment til sølu fyri nýggju ásettu prísirnar á heimasíðuni hjá kommununi og hjá skyn.fo hin 5. januar 2026 klokkan 15, siga tey í Sunda kommunu