Tað er ikki skilagott at gera suðuroyartunnil

Tað er ikki búskaparliga skilagott at gera eina so stóra íløgu sum Suðuroyartunnilin beint nú.

Tað sigur Malan Johansen, landsbankastjóri, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

– Vit hava ikki ráð, tí vit hava ikki haldføran almennan fíggjarpolitikk, sigur Malan Johansen í samrøðu við útvarpið.

Hon sigur, at tað er væl undirbygt, tá Landsbankin sigur tað og vísir á eina greinin, sum Landsbankin gjørdi í januar í 2024, sum vísti, at vit hava ikki fíggjarligt politiskt haldføri.

– Útreiðslurnar fara at spola forbí inntøkurnar næstu nógvu árini. Vit verða nógv fleiri eldri í mun til tey, sum arbeiða og rinda skatt. Í løtuni eru vit fýra arbeiðandi til hvønn pensjónist. Vit fara at verað bara tvey fyri hvønn pensjónist, sigur hon í samrøðuni.

Malan Johansen vísir á, at tað at vit verða so nógv fleiri eldri merkir, at vit skulu gjalda nógv meira fyri pensjónir, brúka nógv fleiri pengar á heilsuøkinum. Tær útreiðslurnar vaksa einar 100 milliónir krónur um árið, sigur hon. Og so kemur eisini eldraøkið, so hetta er væl undirbygt, sigur hon. Hon vísir eisini á, at demografiska broytingin ger hetta trekkið.

Og vísir Malan Johansen á, at mamma hennara í dag fyllir 100 ár, og at hon er nummar 12, sum fyllir 100 í Føroyum í ár.

– So at gera tunnil til Suðuroyar nú verður bara steinur oman á byrðu. Tað er ikki skilagott at gera nú. Vit mugu gera nakrar nýskipanir, tí vit hava so nógvar dupultfunktiónir, so vit mugu spara og gera íløgur á eldraøkinum, sigur Malan Johansen við Kringvarpið.

Hon sigur, at hon skilir væl ynskið um ein tunnilin, um luksusloysnina. Men Smyril er væl bíligari, sigur hon og vísir á, at tað er ikki rætt, at útreiðslurnar upp á 150 milliónir um árið til Smyril verða spardar. Tær skulu brúkast til tunnilin næstu 40 árini, tað er ikki fyrr enn tá, at sparingin er aktuell, sigur hon.

– Tá verður tað ein sparing, tí at tá er tunnilin goldin, og tá verður tað bíligari, tí tá verður tað bara raksturin. Men vit skulu eisini liva her næstu 40 árini og ikki seta vælferðina í vanda, sigur Malan Johansen við Kringvarpið.