Óvist um tað verður spælt í Klaksvík

Símun Eliasen skal hjálpa fuglfirðingum tvey tey fyrstu umførini

Í gjárkvøldið var besta liðið hjá KÍ í Leirvík og vandi, og vil tað illa til, so fara teir aftur um fjørðin í morgin at spæla ímóti ÍF á vøllinum í Leirvík.

Graslíkið er komið á í Klaksvík, men sandurin er ikki komin í. Tað arbeiðið kann bara gerast, tá tað er turt í veðrinum. Hósdagin vóru líkindini góð í miðstaðarøkinum, men í Klaksvík kendist rættuliga úr honum, og tað var ikki hugsningur um at fáast við sand og graslíki. Teir rokna við, at tveir dagar skulu til tað, ið er eftir at gera, so tað er framvegis ivasamt, hvussu tað verður í morgin. Búmerkið hjá Klaksvíkar kommunu skal setast í miðringin. Tað var ikki komið uppá pláss, tá vit frættu.

Klaksvíkingar hava ikki havt møguleika at venja á vøllinum í Klaksvík, síðani fótbólturin fór í summarfrí. Í Klaksvík hava teir hildið til í ítróttarhøllini.

Í eina viku vandu teir í Haslev (Kurt Mørkøre og Marek vóru ikki við), og teir spældu tveir dystir. Ímóti Haslev vunnu teir 3-0, og ímóti Kalundborg taptu teir 4-3. Sunnudagin spældu KÍ og B68 á grasvøllinum á Svangaskarði. KÍ vann 3-1, og ólavsøkudag tapti KÍ 2-1 í steypadysti ímóti B36.

Klaksvíkingar hava verið ikki sørt stúrnir í summarsteðginum, tí B36 hevur egnt stórt fyri at fáa Heðin á Lakjuni og Arnold Joensen at flyta til teirra at spæla. Endin var kortini, at einasti spælarin, sum er farin burturav, er Olgar Danielsen, sum í dag skal spæla við sínum nýggja felagi, LÍF, ímóti KÍ.

Á danmarkarferðini fekk Meinhard Joensen møguleika at vísa síni málmansevni, og tað verður mett, at hann fer at geva Gunnari á Steig kapping um plássið ímillum stólparnar.

Ein gamal kenningur er komin afturat hjá KÍ. Tað er Allan Joensen, sum er farin at spæla aftur. Hann kennir einki til beinskaðan, sum meiri og minni hevur hildið honum burtur frá fótbólti á hægsta stigi í knøpp tvey ár.

Fuglfirðingar høvdu vónað at fáa Magna á Lakjuni at hjálpa sær eftir summarfrítíðina, men nú er greitt, at hann fer til HB, tá hann um tvær vikur kemur til Føroya. Men teir fáa hjálp frá einum øðrum góðum manni tvey tey fyrstu umførini. Vit skrivaðu fyrr í vikuni, at Símun Eliasen er í 25 mannahópinum hjá Aarhus Fremad. Nú er hann heima í summarfrí, og hann skal spæla við ÍF hetta og komandi vikuskifti.

ÍF hevur ikki mist nakran spælara. Nýggjur maður á liðnum er Anfinn Gaard, sum er verjuspælari, ið áður hevur spælt í HB. Bárður á Lakjuni hevur verið burtur hesa vikuna.

ÍF hevur spælt onkrar venjingardystir, t.d. ímóti gomlu feløgunum hjá Piotr. Ímóti FS Vágar í Fuglafirði endaði 4-4, og á Sandi var úrslitið 2-2.

Eingin klaksvíkingur er leikbannaður, og eingin er skaddur.

Klaksvíkingar vóru hepnir, tá dysturin í Fuglafirði í fyrsta umfarinum endaði málleysur. Í fjør vann ÍF 1-0 á norðoyarstevnu.

jh