leysa flettingarborðið at tumma og taka úr, so tann næsti sleppur fram at við sínum. Soleiðis gongur tað hond í hond, og tað sær út til at rigga bara væl. Fyrr var ikki lukkuligt at vera staddur aftan fyri [...] vilja síggja, hvussu farið verður fram. Hugaligt, halda tey eldru, at tey tíma at vera við og læra tað, sum tey gomlu ofta halda er við at fara. Men so er ikki. Størru børnini vita rættiliga væl, hvussu farast [...] so er klárt at byrja. Flett verður upp á gamlan máta í kjallaranum. Alt verður gjørt á borði, og ikki, sum onkur er farin at gera nú, at hongt verður upp og skinnið skrætt av. Tað er skjótt at fletta soleiðis
um hvussu best varð at ganga, um alt fylgið skuldi koman niðan á í heilum líki. Teir hoyrdu eisini at onkur av teimun í negra varð farin at hugsa um, hvussu rúmsátt tað mundi vera ovast uppi. Um pláss [...] hvørja sýn og á hvørja rás, so at ongin skuldi hyggja burtur, men bara beint móti ljósinum. Men fylgið byrjaði at treiðskast og fleiri og fleiri hildu uppá, at rættast var at kanna fleiri fjøll og fleiri [...] sær, tí teir starblindu vildu hava tey at ganga skjótari niðan brekkuna. Tey høvdu vóna at teir ovastu virdu tey so mikið, at tey fingu neyðug hjálpitól, soleiðis at tey kundu ganga sjálv og harvið fáa eitt
tess at nýta hetta høvið til eisini at støkka inn á gólvið hjá góðum kenningum og at kunna meg um, hvar hesin listaskáli var. Jú, hann var niðri í Turkihúsinum, varð sagt og vit fylgdust síðan oman. Hugaligt [...] Hugaligt var tað at ganga upp nossligu trappurnar og at sessast í avlongum rúmi, har veggirnir so at siga vóru klæddir við málningum. »Jú, sjálvandi« hugsaði eg við mær, »hetta man vera bygdasavn við málningum [...] fragd var tað at hoyra hana framføra suitu, røð av stiliseraðum tátíðar dansum, fyri cembalo-solo eftir G. Fr. Händel. Kanska var næsta stykkið fyri okkum tað forvitnisligasta, við tað at talan er um s
tó brádliga vágamonnum at beina mest sum allan iva til viks. Tór-Ingar Akselsen, sum við sínum skjótleika mundi vera ein hin størsta hóttanin móti fuglfirðingunum, slapp oman at baklinjuni. Rimvydas Bakus [...] sjálvsagt um málið, meðan fuglfirðingar hinvegin lógu á vøllinum, iðrandi um, at mál teirra nú tóktist at vera gloppið. Satsaðu alt At tað í seinastu minuttunum gjørdist til enn eitt vágamál var eisini væntandi [...] Hetta merkti, at fuglfirðingar skuldu skjóta mál, um teir skuldu hava nakran møguleika at tryggja sær uppflyting, men hetta sást tó ikki aftur á vøllinum. Einamest tóktust gesirnir áhugaðir um at binda fyri
eisini at hoyra, tá tú hevur nøkur ár á baki. Hinvegin kann tað kanska vera hugstoytt hjá eldri borgarum/veljarum at hoyra, at alt oman fyri 50 ára aldur fær spjaldrið »gamlir steggjar«. Hyggja vit at turru [...] eg avgjørt til reiðar at samstarva við bæði »ungar bøgur« og »gamlar steggjar«, men eg haldi, at virðingin fyri bæði borgarum, veljarum og teimum, ein skal samstarva við, má vera grundarlagið undir, skal [...] ferð í Suðurstreymoy júst fólk oman fyri 50 ára aldur, ið sjálvandi eiga mong og góð ár eftir í sær. Hvat kunnu so hesi vænta sær, tá »ungar bøgur« leika í og kalla alt oman fyri 50 ára aldur fyri »gamlar
týdning sum alternativ til at innflyta olju. Tórshavnar Kommuna samtykti, at fyrst og fremst øki uppi í Hoyvíkshaganum skuldi verða knýtt til hesa skipan. Treytin var, at tað ikki samanlagt skuldi verða [...] vórðu knýtt at skipanini. Felagið bleiv keypt aftur av Tórshavnar Kommunu og seinni kom SEV eisini uppí. Hendan meginregla, at samlaða gjaldið hjá fjarhitabrúkarunum ikki fer upp um kostnaðin at nýta oljufýr [...] við einum íbindingargjaldi er, at brúkarin skal gjalda fyri tann partin av samlaðu íløguni av fjarhitanetinum, sum hevur við fordeilingina út til brúkararnar at gera. Við at áseta eitt íbindingargjald, ávikar
altavgerandi, at tey ungu fáa holla vegleiðing í teimum tiltøkum, sum fara fram í einum tílíkum ungdómshúsi, uttan at talan er um stýring. Endamálið má vera, at tey ungu fáa møguleikar at menna seg, soleiðis [...] soleiðis at tey sjálvi kunnu standa fyri tiltøkum av ymiskum slag. Tað tykist, at hendan roynd er komin fyri at vera, og tí eigur býráðið framhaldandi at veita sín stuðul. Eitt tiltak, sum minnir um tað [...] mongum foreldrum burtur av tí at børn og hálvvaksin mugu leita sær oman í býin, tí umstøður eru ikki í heimliga umhvørvinum. Trivnaðarmøguleikar hjá ungum sum eldri eiga at vera ein heilt natúrligur partur
Tann, sum gongur oman á støðna sær við tað sama, at arbeiðið ikki er meira enn hálvgjørt. Als ikki nakað prýði fyri Argjabygd. Nú Havnin verður so nógv fríðkað, eiga Argir ikki at vera nakar eftirbátur [...] bráskund, tí hesir stovnar hanga saman, við tað at ein kann siga, at teir ganga hond í hond. Børn fara fyrst í barnagarð síðan í skúla. Tað er eingin loysn, at fólk, sum byggja á Argjum, skulu hava børn síni [...] Argjum, so eg fari í míni fyrstu grein at umrøða tey málsøkir, sum har eru. Skúlin Skúlin hevur nú í fleiri ár verið alt ov lítil, so hetta er eitt sjálvsagt øki at fáa loyst. Annað hvørt við einum nýggjum
ætla sær at koma aftur. 37% av teimum spurdu søgdu, at tað ætlaðu tey. Men víst varð eisini á, at tað er kanska ikki bara ringt, at fólk velja nýggj ferðamál. Tey, sum hava verið, og siga seg vera væl nøgd [...] hóast alt gott, at onkur annar kemur at vitja. Tað vísir seg, at tað eru fólk, sum koma til eitt nú ráðstevnur, sum leggja flestar pengar eftir seg í Føroyum. Hetta verður hildið at koma av, at tey vanliga [...] Onkur helt tað vera løgið, meðan onkur helt tað vera óheppið. Borið varð saman við Bornholm, har tað vísir seg, at tað eru somu ferðafólkini, sum ganga aftur. Kanningin vísir kortini, at tað eru hóast alt
Rætt man vera at taka í egnan barm fyrst. Sitandi býráð er faðir at Tórsvølli. Sum eitt skrímsl er hann á at líta. Kanska ikki úr erva, men í øllum førum úr neðra. Fyrigevið okkum borgarar! Øllum átti [...] átti tó at staðið greitt, at Gundadalur fór ikki at verða tann sami, tann dag hetta bygningsverk tók sæti í dalinum. Men fáur man hava ímyndað sær, at úrslitið gjørdist so grefligt. Um tað hevði verið stórt [...] renna undan sínari ábyrgd. Men tað er týdningarmikið, at nærumhvørvið luttekur, og at m.a. eigarafeløgini eru til reiðar at átaka sær medábyrgd við m.a. at ansa eftir og hampa um. Ofta eru tað smálutirnir,