Býráðsvalið 2000

Eg havi játtað at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin til býráðsvalið. Hvørji mál fari eg so at arbeiða fyri, um ein skuldi verðið valdur?

Nú eri eg búsitandi á Argjum, so eg fari í míni fyrstu grein at umrøða tey málsøkir, sum har eru.


Skúlin

Skúlin hevur nú í fleiri ár verið alt ov lítil, so hetta er eitt sjálvsagt øki at fáa loyst. Annað hvørt við einum nýggjum skúla, ella byggja upp í núverandi. Hetta hevur alstóran týdning, tá ið fólkatalið á Argjum økist í stórum.


Barnagarðurin

Hesin eins og skúlin hevur eisini bráskund, tí hesir stovnar hanga saman, við tað at ein kann siga, at teir ganga hond í hond. Børn fara fyrst í barnagarð síðan í skúla. Tað er eingin loysn, at fólk, sum byggja á Argjum, skulu hava børn síni gangandi á stovnum í Havn. Tað besta er, at tey eru so nær heiminum sum gjørligt.


Ringvegurin

Ringvegurin skal gerast skjótast til ber, t.v.s., at tá ið Marknagilsvegurin er liðugur, verður farið undir ringvegin út á Argir.


Útstykkingar uppi

á Hamrinum

Fleiri útstykkingar skulu gerast, so at ungdómurin á Argjum og onnur við, hava ein møguleika at seta búgv. Tey, sum longu eru búsett, mugu fáa betri sømdir. Umhvørvið sær alt annað enn vakurt út, her má bøtast um.


Bátahylurin

Bátahylurin er heldur ikki nøkur vøkur sjón. Tann, sum gongur oman á støðna sær við tað sama, at arbeiðið ikki er meira enn hálvgjørt. Als ikki nakað prýði fyri Argjabygd. Nú Havnin verður so nógv fríðkað, eiga Argir ikki at vera nakar eftirbátur.


Fótbóltsvøllurin

Argir hava fingið ein góðan vøll, men karmarnir rundan um vøllin eru ikki av teim bestu. Her vantar nógv í enn. Ljósviðurskiftini eru ikki av teim bestu, eingi skýli finnast og viðurskiftini at seta bilarnar frá sær eru alt annað enn góð. Hesi viðurskifti mugu fáast í rættlag.

Her eru fleiri økir nevnd, og onnur kundu verið nevnd afturat, men nokk á hesum sinni.

Fleiri argjafólk eru uppstillað í ymiskum flokkum, og øll vilja tey arbeiða fyri betri umstøðum í bygdini, men ynskja argjafólk størri framburð, mugu tey velja okkurt av hesum valevnum.

Eitt gott boð um framburð á Argjum er eitt av valevnum Tjóðveldisfloksins.

Mín næsta valgrein fer at snúgva seg um Havnina. Hvørji málsøki eg har vil arbeiða fy ri.


Arnbjørn Madsen,

valevni

Tjóðveldisfloksins