Vágoyggin varð hangandi

FS Vágar helt fast um sessin í fyrstu deild, tá teir leygardagin bastu fuglfirðingum, men leingi stóð nógv á hjá heimaliðnum

 

Jákup Mørk


FS Vágar-ÍF 2-0 (0-0)

FS Vágar vann dystin um upp-/niðurflyting samanlagt 4-2


Tað stóð nógv á hjá báðum pørtum, tá fuglfirðingar leygardagin vitjaðu í Sørvági. Seinni dysturin um upp- ella niðurflyting stóð á skránni, og eftir at hin fyrri endaði við javnleiki 2-2, var alt fullkomuliga opið, tá farið var á vøllin.


Útivøllurin telur eyka

Heimaliðið hevði tó tann fyrimunin, at teir høvd skorað á útivølli, tí í mun til landskappingina telja hesa mál við í roknskapinum, tá samlaða úrslitið av dystinum skal gerast upp.

Hetta merkti, at fuglfirðingar skuldu skjóta mál, um teir skuldu hava nakran møguleika at tryggja sær uppflyting, men hetta sást tó ikki aftur á vøllinum.

Einamest tóktust gesirnir áhugaðir um at binda fyri í verjupartinum, fyri at lokka heimaliðið nakað niðan á vøllin, so rúmd skuldi verða til kontraálop.

Fyrsti partur av setninginum eydnaðist eisini, tí yvirhøvur vóru tað vágamenn, sum høvdu størra trýstið í dystinum. Trupulleikin hjá gestunum var tó, at tað aloftast var ov lítið bit í mótálopunum, og at vágaverjan tí ikki hevði stórvegis trupulleikar av hesum álopsroyndum.


Mistu gyltan møguleika

Avgjørt størsta møguleikan í fyrra hálvleiki fingu vágamenn, tá teir fingu tillutað eitt heldur óneyðgut brotsspark, tó at dóminum einki bilti. Álopsleikari stóð við rygginum móti málinum, tá ÍF verjuleikari var áhaldsin og rendi mannin um koll, og so var einki at gera.

Erlin Joensen í málinum megnaði tó at verja fyri skotinum frá Birgiri Jørgensen, og so kundu trúføstu ÍF áskoðararnir framhaldandi syngja »Erling á landsliðið«.


Óskipað

Av fuglfirðingunum mundu tað tó einamest vera Erling og so áskoðararnir, sum stóðu fyri bestu avrikunum. Úti á vøllinum var í øllum førum ikki nógv, sum bendi á, at talan var um eitt lið, sum ætlaði sær at spæla fyrstudeildarfótbólt komandi ár.

Nógvir ófantaligir nærdystir, óneyvar sendingar og lág leikferð eyðkendi dystin, og leingi var eisini líkt til, at talan skuldi gerast um ein málleysan javnleik. Kanska høvdu nervar og eitt langt kappingarár eisini sítt at siga fyri leikligu dygdina, men hinvegin førdi drúgva javnstøðan eisini við sær, at nervin alla tíðina var til staðar.

Um miðjan hálvleikin høvdu liðini bæði tó hvør sína vandamikla roynd, men meðan fuglfirðingar skutu við síðuna av úr góðari skotstøðu, skeyt Birgir beint á ÍF málverjan úr fimm metrum, og javnleikur tóktist gerast eitt alt meira sannlíkt úrslit.

Við einum av fáu væl spældu álopunum í dystinum, eydnaðist tó brádliga vágamonnum at beina mest sum allan iva til viks.

Tór-Ingar Akselsen, sum við sínum skjótleika mundi vera ein hin størsta hóttanin móti fuglfirðingunum, slapp oman at baklinjuni. Rimvydas Bakus fekk bóltin, uttan tó at hava nakra góða skotstøðu, men skilagott bíðaði hann við bóltinum, áðrenn hann rullaði út frá til Hannus Olsen, sum kom rennandi við fullari ferð. Við einum klokkureinum skotið av brotsteigarmarkinum sendi Hannus bóltin niður í handara málhorn, og so kundu vágamenn endiliga draga andan nakað lættari. Leikarar og viðhaldsfólk fagnaðust sjálvsagt um málið, meðan fuglfirðingar hinvegin lógu á vøllinum, iðrandi um, at mál teirra nú tóktist at vera gloppið.


Satsaðu alt

At tað í seinastu minuttunum gjørdist til enn eitt vágamál var eisini væntandi, soleiðis sum dysturin nú gjørdist.

Fuglfirðingar tveittu alt fólkið fram í eini roynd at venda dystinum, og so kundu vágamenn dúva upp á kontrafótbólt.

Serliga líkaði hetta Tór-Ingari væl, tað var meira enn tí einu ferðina, at hann rann frá tunnu fuglfarðaverjuni hesa løtuna.

Revsingin hjá ÍF fall eisini, tá Tór-Ingar slapp leysur í høgru. Hann helt frá verjuleikarunum, áðrenn hann sendi bóltin flatt inn undir málið, har Igoris Kirillovas við innaru síðuni kundi beina bóltin í netið.

1-0 ella 2-0 var fyri so vítt eisini fullkomuliga líka mikið hjá gestunum. Teir høvdu mist møguleikan fyri einum sessi í bestu deildini, og nú gongur so í minsta lagi eitt ár, áðrenn fuglfirðingar aftur eiga umboð á ovastu rók.

Drúgva kappingarár teirra gav einki úrslit í so máta.

Vágamenn bjargaðu sær hinvegin enn eitt ár í bestu deildini, og so fæst at síggja, um úrtøkan komandi ár verður betri, enn hon var hesuferð.