Miðvísur ungdómspolitikkur

Í Havn er ein heilur hópur av ymiskum áhugafeløgum fyri ung, sum hvørt í sínum lagi gera eitt stórt arbeiði.

Hesi feløg eru í flestu førum borin uppi av sjálvbodnari og óløntari arbeiðsmegi, og í ávísum førum við einum minni fíggjarligum ískoyri frá býráðnum. Hetta er alt mikið gott og heldur vónandi fram, eisini við einum ávísum stuðli úr kommunukassanum.

Men tað er kortini ikki nóg mikið. Býráðið eigur at seta sær fyri at reka ein miðvísan ungdómspolitikk, har íløgur verða settar av á langtíðar fíggjarætlanini.

Tiltakið við Margarinfabrikkini í miðbýnum í Havn varð sett í verk fyri nøkrum árum síðani. Býráðið leggur hús til og rindar ávísar fastar útreiðslur umframt løn til starvsfólk. Tiltøkini í húsinum verða fyriskipaði av starvsfólkunum, og ikki minst saman við ungdóminum sjálvum. Tað er altavgerandi, at tey ungu fáa holla vegleiðing í teimum tiltøkum, sum fara fram í einum tílíkum ungdómshúsi, uttan at talan er um stýring. Endamálið má vera, at tey ungu fáa møguleikar at menna seg, soleiðis at tey sjálvi kunnu standa fyri tiltøkum av ymiskum slag. Tað tykist, at hendan roynd er komin fyri at vera, og tí eigur býráðið framhaldandi at veita sín stuðul.

Eitt tiltak, sum minnir um tað við Margarinfabrikkini, var ungdómshúsið Skansastova. Til tíðir var sera stórt virksemi í Skansastovu, og til aðrar lítið og einki til tað datt niðurfyri. Høvuðsorsøkin til, at virksemi var so ymiskt, og til endans datt niðurfyri, hevur uttan iva verið, at alt arbeiði var treytað av sjálvbodnari arbeiðsmegi. Og tað er júst hetta, sum er aðalmunurin við Skansastovu og Margarinfabrikkini er.


Eisini umstøður

í útjaðaranum

Tað er ikki nógmikið, at ungdómurin hevur ítrivsmøguleikar í miðbýnum, og tí eiga umstøður eisini at skapast í útjaðaranum ? í teimum ymisku íbúðarøkjunum. Tað hevur við sær størri trivnað og møguleikar í heimliga umhvørvinum og tekur harafturat eisini óttan hjá mongum foreldrum burtur av tí at børn og hálvvaksin mugu leita sær oman í býin, tí umstøður eru ikki í heimliga umhvørvinum.

Trivnaðarmøguleikar hjá ungum sum eldri eiga at vera ein heilt natúrligur partur í einhvørjari útstykking. Bæði teimum verandi og teimum sum nú eru á tekniborðinum. At komandi ítróttarhøllin verður løgd í Hoyvík er tí eitt gott stig á hesi leið.


Tórfinn Smith,

býráðslimur

og valevni