Kunningarskriv frá P/F Fjarhitafelagnum

Innleiðing

Við tað at ein ávís ónøgd er komin fram frá Fjarhitanevndini hjá Eigarafeløgunum um prísirnar, sum liggja til grund fyri fjarhitaveitingini hjá P/F Fjarhitafelagnum, vil nevndin koma við hesum viðmerkingum.

Uppruni felagsins stavar aftur frá 1987, tá SEV og Tórshavnar Kommuna stovna eitt felag, ið skal taka sær av fjarhitaveiting frá Brennistøðini á Sandvíkahjalla og Sundsverkinum til Tórshavnar Kommunu.

Hetta var gjørt eftir at Orkuráðið líka frá 1980 hevði arbeitt við málinum í sambandi við ætlaðu útbyggingina hjá SEV og seinni við Brennistøðini.

Hetta var mett at verða ein umhvørvisvinarlig skipan og hava ein landbúskaparligan týdning sum alternativ til at innflyta olju.

Tórshavnar Kommuna samtykti, at fyrst og fremst øki uppi í Hoyvíkshaganum skuldi verða knýtt til hesa skipan. Treytin var, at tað ikki samanlagt skuldi verða dýrari hjá brúkarunum enn, um hesir nýttu vanliga oljufýrskipan.

Hetta felag fór á húsagang, tí íløgan var ov stór í mun til tey hús, sum vórðu knýtt at skipanini. Felagið bleiv keypt aftur av Tórshavnar Kommunu og seinni kom SEV eisini uppí. Hendan meginregla, at samlaða gjaldið hjá fjarhitabrúkarunum ikki fer upp um kostnaðin at nýta oljufýr, verður framvegis nýtt.


Íbindingargjaldið

Endamálið við einum íbindingargjaldi er, at brúkarin skal gjalda fyri tann partin av samlaðu íløguni av fjarhitanetinum, sum hevur við fordeilingina út til brúkararnar at gera. Við at áseta eitt íbindingargjald, ávikar hetta ikki nýtslugjaldið.

Hevði hendan meginregla verið nýtt í sambandi við útbyggingina av fjarhita í Hoyvíkshaganum, hevði íbindingargjaldið verið munandi hægri enn nú.

Ístaðin valdi nevndin í upprunaliga felagnum, L/F Hitafelagið, at áseta íbindingargjaldið soleiðis, at tað í meðal svaraði til neyðuga íløgu í egið oljufýrt hitaverk, t.e. ketil, oljufýr, tanga, skorstein, pláss í kjallara ella grovkøki og neyðug rør v.m. Ráðgevarar felagsins mettu um kostnaðin og komu til tað úrslit, at sparingin var umleið 40.000 kr. og mæltu til at íbindingargjaldið skuldi verða 35.000 kr.

Hetta helt nevndin vera ov høgt, tá brúkarin eisini skuldi gjalda fyri hitavekslaran. Ístaðin varð gjaldið sett niður til kr. 25.000.

Prísir broytast bæði á útgerð og til egið orkuverk og til hitavekslarar, men nevndin í P/F Fjarhitafelagnum metir, at núverandi íbindingargjald framvegis er á hóskandi støði.

Tað verður umhugsað at skipa fyri felags innkeypi av hitavekslarum, soleiðis at møguligur nøgdaravsláttur kann koma kundunum tilgóðar.


Nýtslugjaldið

Nýtslugjaldið fyri fjarhita fylgir gassoljuprísinum. Tá umroknað verður frá gassoljuprísi pr. litur til málda hitanýtslu í kWh, eru tveir faktorar av týdningi.

Tann fyrri er orkuinnihaldið í olju. Upprunaliga varð orkuinnihaldið ásett sambært umrokningartalvu hjá Foreningen for Energistyring til 9,89 kWh/litur. Kanningar av orkuinnihaldinum í gassoljuni, sum seld verður í Føroyum, hava víst, at orkuinnihaldið er 10,125 kWh/litur ella 2,38% hægri enn áður mett. Hægra talið verður brúkt í umrokningini.

Seinni faktorurin er, hvussu nógv orka fæst burtur úr einum litri av olju, tá hann verður brendur í einum hitaorkuverki. Sum vituligt er, fer ein partur til spillis sum tap í skipanini. Hesin faktorurin verður vaniga nevndur nyttuvirkni. Fjarhitafelagið hevur nýtt eitt ársnyttuvirkni fyri oljufýrd ketilanlegg upp á 0,70. Harafturat kemur elútreiðsla til oljubrennara og viðlíkahald/avskriving av ketilanleggi. Verða oman fyri nevndu viðurskifti tikin við í roknaða ársnyttuvirki fyri 1999, verður hann 0,78 fyri sethús og 0,81 fyri randarhús. Ósemja hevur verið um, hvussu stórt tapið er. Ikki er óhugsandi, at nýmótans hitaverk í dag hava betri nyttuvirkni, men tað kann ikki neyvt og endaligt ásetast. Hetta verður kannað nærri.

Semja er við Fjarhitanevndina um útrokningarháttin av meðaloljuprísinum á føroyska marknaðinum.

Samanumtikið má tó sigast, at fjarhitabrúkararnir ikki gjalda ov nógv. Hetta sæst eisini á meðaltølum, sum lýst niðanfyri.


Meðaltøl fyri nýtslu-

gjald og fast gjald

Vit hava, síðan felagið byrjað at virka, gjørt hagtøl yvir meðalnýtslu fyri teir ymisku húsabólkarnar. Meðaltølini eru fyri hús, sum hava verið íbundin fjarhita í eitt ár og meira. Húsini eru bólkað í býlingar har húsini standa, og um tey eru sethús ella randarhús.

Meðaltølini fyri teir ymisku býlingarnar og húsasniðini vóru fyri 1999:


Bólkur Nýtslugjald/mánaðin Fast gjald/mánaðin

Millum Gilja, randarhús kr. 618,00 kr. 40,00


Lítla Gil, sethús kr. 875,00 kr. 40,00


Inni á Gøtu, sethús kr. 829,00 kr. 40,00

Inni á Gøtu, randarhús kr. 595,00 kr. 40,00


Eystan Gil, sethús kr. 814,00 kr. 40,00


Við Løgmannabreyt, randarhús kr. 431,00 kr. 40.00

(bert 6 hús)


Oljuprísir

Okkara gjald fylgir gassoljuprísinum hjá P/F Shell.

Vit hava frá byrjan fingið gassoljuprísirnar frá P/F Shell sama dag teir eru komnir í gildi. Prísbroytingarnar eru skrásettar á teldu, soleiðis at meðalprísurin á fjarhita er tøkur fyri alt tíðarskeiðið.

Gassoljuprísurin lá frá á heysti 1993 til á heysti 1996 millum 2,70 og 2,90 krónur/litur, tá ið hann hækkaði til 3,15 krónur/litur og lá annars um tríggjar krónur/ litur fram til á heysti 1997. Á heysti 1997 tók oljuprísurin at falla, til hann fram móti jólum 1998 var komin niður á 2,56 krónur/litur. Síðan tá er prísurin hækkaður, til hann tann 21/9-2000 var komin upp á 4,76 krónur/litur. Prísurin er í dag 4,56 krónur/litur. Sí hjáløgdu strikumynd yvir oljuprísir.


Skiftandi oljuprísurin gevur hesar meðal árligu oljuprísir:

1995: 2,715 kr./litur

1996: 2,926 kr./litur

1997: 3,005 kr./litur

1998: 2,747 kr./litur

1999: 2,870 kr./litur


Meðal árligi fjarhitaprísurin var:

1995: 39,2 oyru/kWh

1996; 43,2 oyru/kWh

1997: 43,3 oyru/kWh

1998: 38,8 oyru/kWh

1999: 40,5 oyru/kWh


Meðal oljuprísurin í ár hevur higartil verið 3,72 kr./litur. Um dagsprísurin heldur sær á sama støði árið út, verður meðalprísurin 3,90 kr./litur.

Tilsvarandi kWh prísir fyri fjarhita verða sostatt 52,4 oyru/kWh til í dag, og um oljuprísurin heldur sær á sama støði árið út, verður meðalprísurin fyri fjarhita í ár 55,1 oyru/kWh, sum er 36% hægri enn í 1999.


Ákontogjøld og

nýtsluuppgerð

Tá nýggir brúkarar verða bundnir í fjarhitaskipanina, er høvuðsreglan tann, at nýtslan fyrsta árið verður mett sum meðalnýtsla hjá sama húsabólki ? sethús ella randarhús í sama býlingi. Tá brúkar hevur verið íbundin í eitt ár ella meira, nýta vit nýtsluna hjá brúkarunum í undan farna ári sum grundarlag.

KWh-prísurin, ið nýttur verður til ákontogjøldini, er meðalprísurin fyri undanfarna ár.

Við árslok verður orkumátarin avlisin og nýtslu uppgerð send til brúkaran. Tann fyrri parturin av uppgerðini er ein uppgerð yvir fjarhitanýtsluna fyri farna ár, og tann seinni parturin er eitt yvirlit yvir mett mánaðarlig ákontogjøld fyri komandi ár.

Um brúkarin, vegna serstakar umstøður, ynskir síni ákontogjøld broytt, er møguleiki fyri hesum.

Vónandi lýsir hetta skriv nakrar av teimum ivaspurningum, sum verið hava.


Tórshavn 13. oktober 2000

P/F Fjarhitafelagið