Tað eru øll tekin í sól og mána um, at samgongan gerst sperdari bæði á ein og annan hátt fyri hvønn dag sum fer. Tað byrjaði so einfalt tá samgongan bleiv skipað. Nú skuldi alt tað gamla rívast um og lúkast skuldi við harðari hond. Alt skuldi veltast av nýggjum við teytaleysum nærlagni og eftir klokkuklárum mannagongdum. Teir sum fingu maktina høvdu sæð ljósið og tað lovaða landið var í eygsjón og teir fóru beint niðan brekkuna. Lítið løgdu teir i tann veruleika, at neyðugt er at verða umhugsin og verja eyguni í sterkum ljósi.
Teir stardu beint í ljósið og nú ganga teir allir og vála uppi undir tromini. Teir flestu eru blendaðir, og høvuðsmennirnir eru starblindir. Og tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn teir fyrstu ganga seg út av eggini. Nakrir fáir av teimum útvaldu vóru tó so umhugsnir og høvdu so mikið av jarðfesti, at teir í allari stillheit vardu sær eyguni móti bjarta ljósinum og hesir sóu skótt at leiðin ikki var farbar og at fylgið dragnaði meir og meir.
Í fylginum í negra sóu teir eisini nógvar av sínum egnu steðga á, hyggja seg um og tosa saman, um hvussu best varð at ganga, um alt fylgið skuldi koman niðan á í heilum líki. Teir hoyrdu eisini at onkur av teimun í negra varð farin at hugsa um, hvussu rúmsátt tað mundi vera ovast uppi. Um pláss var fyri teimum øllum, um nøkur skjól vóru haruppi at verja seg afturundir, tá ódnirnar fóru at blæsa øll tey verjuleysu og alt tað, ið leyst var út av tromini.
Nøkur í neðra vóru so nasadjørv og hildu seg vita, at tað ovast uppi ikki var meira til av plássi, enn bert akkurat nokk til teir starblindu, teirra nærmastu og nakrir blendaðir.
Hesi blivu tó beinanvegin yvirdoyvd við einfaldum poppi frá spindoktarum og øðrum, ið teir starblindu høvdu sett á hvørja sýn og á hvørja rás, so at ongin skuldi hyggja burtur, men bara beint móti ljósinum.
Men fylgið byrjaði at treiðskast og fleiri og fleiri hildu uppá, at rættast var at kanna fleiri fjøll og fleiri farleiðir, so vissa kundi fáast fyri, at nóg rúmsátt var í erva, og at tey neyðugu skjólini vóru gjørd, áðrenn farið varð niðan á. Um fjallið var tað hægsta ella ikki, var ikki altavgerandi. Tað mest avgerandi var um pláss var fyri øllum, og at øll høvdu møguleika at liva.
Tað, sum tey høvdu sæð higartil bendið ikki á, at teir starblindu hugsaðu um, hvussu fylgið hevði tað í neðra og um hvussu trivnaðurin var. Fleiri av teimum vóru illa gongd og høvdu ampa á sær, tí teir starblindu vildu hava tey at ganga skjótari niðan brekkuna. Tey høvdu vóna at teir ovastu virdu tey so mikið, at tey fingu neyðug hjálpitól, soleiðis at tey kundu ganga sjálv og harvið fáa eitt betri og virðiligari gongulag. Men teir blendaðu og blindu høvdu havt valdið nóg leingið til at tey illa gongdu kundu staðfesta, at onki skuldi nýtast til teirra persónliga suverenitet, alt skuldi nýtast til ta einu fáfongdu politisku ætlanina.
Fleiri í fylginum vóru komin so mikið til árs, at teirra førleiki var versnaður so mikið, at tey høvdu solidaritet frá fylginum og leiðarunum tess fyri neyðini. Tey stúrdu fyri, um tey kláraðu niðaná, og um nakað innivist var til teirra. Tey vildu helst ikki liggja nøkrum einstakum til byrðu nú, aftaná eitt langt lív við stríði og strevi fyri egnum suvereniteti. Tey høvdu sanniliga bítt sítt ríkidømi við hini og lati sín part til felagsskapin. Takkalønin var, at tey, av teimum blendaðu og blindu vórðu útnevnd til samfelagsins fígginda nr. 1
Meðan fylgið so smátt dragnaði meir og meir og gjørdist meira og meira hugsunarsamt, so byrjaði fólk at detta oman undan tromini. Tann fyrsti bleiv skumpaður útav av sínum egnu, teimum sjálvrættvísu, tí nú mátti klokkuklári reinleikin í hásæti. Ein, ið skumpaði var so avgjørdur, at hann boðaði frá, at tann næsti skuldi sama veg, um hann ikki helt kósina, uttan mun til hvussu stórir flúrarnir vóru á leiðini. Livst so spyrst.
Í leirinum hjá tí formliga leiðaranum stóð onki til. Í eini roynd at stíva leiðaran av móti teimum mest ágangandi undir tromini, kom ein av hansara, ið var hildin egnaður at halda formliga leiðaran vaknan, á vøllin, ið staðin fyri ein, ið hevði sovið sín søta blund undir liðini á formliga leiðaranum.
Men onki hjálpti. Teir við veruliga valdinum, sum eisini hava verið so snildir at seta síni egnu á øll stratetisk støð og hava skúgva øll onnur til viks, teir hava givið ordrar til spindoktarar og niður ígjøgnum rekkjurnar, at nú skal spinnast sum ongantíð og síðan skal alt bjálvast við teflon.
Einfaldi poppurin ljómar og fylgið í neðraa fær nú lovað skiftisgrunn við fantasiliardum at avloysa veruligar pengar, ið hvørva skjótari enn nakar brýggjar seg um. Eisini fær fylgið lovað aðrar grunnar, m.a.ein til at burturbeina øll sveiggj í búskapinum og so sanniliga eisini ein, ið fylgið sjálvt skal fylla í, til at fíggja egnan aldurdóm. Sum eina tøkk fyri allan vælviljan, skal fylgið harumframt hava skattalætta sum forslær.
Fyri at fíggja hetta ævintyrliga blendverkið, skal alt arvasilvuri, sum fylgið eigur og hevur goldið fyri í dýrum dómun, seljast, ongantíð ov skótt og spekulerast skal í øllum felags tilfeingi. Tey, ið fylgið hevur skapt virðini hjá, kunnu framyvir gleða seg enn meira, tá t.d. partafelagsskatturin fer longur niður.
Avloysarin, sum er komin undir tromina fyri at fáa lív í formliga leiðaran, gerst alt meira strongdur, tí hann sær, at størsti parturin av fylginum hevur fingið nokk av spinni og teflon og tískil hevur riggað til at fara aðra leið. Fleiri av teirra egnu standa fremstir í fylginum.
Hann fær tó ikki lív í leiðaran, ið er farin í coma, og hann hyggur hjálparleysar at, meðan teir blendaðu og blindu bera leiðaran niðan á. Hann sær teir fyrstu ganga útav og beint áðrenn leiðarin verður borðin útav, slær toran niður í hann og hann vaknar við kaldan dreym, men kanska er tað ov seint?
Kristian Magnussen
løgtingsmaður