Ferðafólk, sum koma til Føroya, leggja væl av peningi eftir seg. Bæði við beinleiðis nýtslu í landinum, í samband við flutning og við arbeiði, tey skapa til aðrar veitarar, sum ferðavinnan brúkar. Nakað oman fyri 200 milliónir, verður mett í kanningini, sum var almannakunngjørd mikudagin.
Bornholms Forskningscenter hevur gjørt kanningina fyri Ferðaráð Føroya. Úrslitið er frágreiðing í trimum bindum, sum varð framløgd á tíðindafundi mikudagin.
Sum slíkum kanningum líkt, eru nógv tøl og nógvar talvur at lesa í frágreiðingini. Hóast sagt varð, at hendan frágreiðingin ikki bygdi á nágreiniliga tøl, men í ávísan part framrokningar av spurnarbløðum, eru tó rættiliga áhugaverdir upplýsingar hjá ferðavinnuni at arbeiða víðari við.
Ikki tí. Ivaleyst hevur vinnan framman undan ein rímiliga góðan varhuga av tí, sum frágreiðingin staðfestir.
Hvat tað er fyri fólkaslag, sum kemur hendanveg, hvussu leingi tey eru her, hvar og hvussu tey búgva og so framvegis.
Tað er kanska eitt serligt fólkaslag, sum vitjar Føroyar. Sambært kanningini er meðalaldurin á treimum, sum vitja okkum 47,2 ár. 45% av teimum vitjandi eru millum 45 og 65 ára gomul. Men tað eru fólk, sum vita, hvat tey vilja, letur til. Tí ikki færri enn tveir triðingar av teimum vitjandi hava eina hægri útbúgving.
Hinvegin siga tey, sambært kanningini, at hóast tey eru væl nøgd við tað, tey hava upplivað og fingið í Føroyum, ætla slakir tveir triðingar ikki at koma aftur.
Ymiskt var, sum hetta varð skilt av fólki frá ferðavinnuni. Onkur helt tað vera løgið, meðan onkur helt tað vera óheppið. Borið varð saman við Bornholm, har tað vísir seg, at tað eru somu ferðafólkini, sum ganga aftur.
Kanningin vísir kortini, at tað eru hóast alt nøkur ferðandi, sum ætla sær at koma aftur. 37% av teimum spurdu søgdu, at tað ætlaðu tey.
Men víst varð eisini á, at tað er kanska ikki bara ringt, at fólk velja nýggj ferðamál. Tey, sum hava verið, og siga seg vera væl nøgd, kunnu virka sum góð reklama fyri onnur, sum so møguliga velja at koma hendanveg. Og sum Charlotte Rassing frá Bornholms Forskningscenter segði, skulu føroyingar ikki verða so harmir um, at somu fókini ikki ganga aftur. Ti tey doyggja einaferð, og tá er hóast alt gott, at onkur annar kemur at vitja.
Tað vísir seg, at tað eru fólk, sum koma til eitt nú ráðstevnur, sum leggja flestar pengar eftir seg í Føroyum. Hetta verður hildið at koma av, at tey vanliga ikki gjalda ferð og uppihald sjálv. Tað ger ofta arbeiðsplássið ella tann, sum sendir tey á ráðstevnu, meðan vanligi ferðamaðurin, sum fyrst hevur brúkt pening til ferðina, seinni ansar eit sindur eftir, hvat brúkt verður.
Nógv tann størsti parturin av ferðafólkinum, sum kemur hendanveg, kemur úr Danmark. Heili 68% eru danir. 17% eru úr hinum Norðurlondunum, meðan bara 5% eru týskarar, hóast tað fyri mong kann tykjast, sum teir eru nógvir her. 8% koma aðrastani úr Europa, meðan restin er bólkað undir einum.
Tveir triðingar av ferðafólkunum, sum koma til Føroya, eru fólk, sum eru fyrstu ferð, meðan hin seinasti triðingurin hevur verið her fyrr, vísir kanningin.