Gamlir steggjar og ungar bøgur?

Í farnu viku fingu meira tilkomnu býráðslimirnir gjøgnum útvarpið skotið í skógvarnar frá einum av yngru javnaðarvalevnunum til býráðsvalið, at hetta vóru »gamlir steggjar oman fyri 50 ára aldur«.

Hetta munnu býráðslimir neyvan taka sær tykni av, og mangt slíkt tolir tú óivað eisini at hoyra, tá tú hevur nøkur ár á baki.

Hinvegin kann tað kanska vera hugstoytt hjá eldri borgarum/veljarum at hoyra, at alt oman fyri 50 ára aldur fær spjaldrið »gamlir steggjar«.

Hyggja vit at turru tølunum, er meira enn ein triðingur av veljarunum hesa ferð í Suðurstreymoy júst fólk oman fyri 50 ára aldur, ið sjálvandi eiga mong og góð ár eftir í sær.

Hvat kunnu so hesi vænta sær, tá »ungar bøgur« leika í og kalla alt oman fyri 50 ára aldur fyri »gamlar steggjar«?

Ongantíð betur, enn at ung, tilkomin og eldri ganga hond í hond og sum frægast royna at skapa liviligar umstøður í Tórshavnar kommunu, sum hevur størri og meira umfatandi uppgávur framman fyri sær, nú Kollafjørður eisini er komin uppí!

Men fyrsta fyritreytin má vera, at virðingin fyri hvørjum øðrum verður sett í hásæti, tí eins og tey ungu hava brúk fyri hjálpandi hond frá teimum tilkomnu og eldru, hava tey tilkomnu og eldru brúk fyri teimum ungu.

Samstundis sum vit jú øll skulu vera her, bæði »ungar bøgur« og »gamlir steggjar«, er neyðugt at læra seg samstarvsstev, tí ikki ein einasti trupulleiki verður loystur uttan gjøgnum samstarv.

Sjálvur eri eg avgjørt til reiðar at samstarva við bæði »ungar bøgur« og »gamlar steggjar«, men eg haldi, at virðingin fyri bæði borgarum, veljarum og teimum, ein skal samstarva við, má vera grundarlagið undir, skal nakað gott spyrjast burturúr!


Heðin Mortensen

býráðslimur

sambandsvalevni til Tórshavnar býráð