Grønt er gott fyri eygað

Havnin er aftur í vøkstri. Nýggir bygningar verða reistir og nýggir vegir gjørdir. Meira asfalt, meira betong. Tá eiga vit at steðga á og spyrja: Hava vit tikið neyðug fyrilit til náttúru og umhvørvi?

Rætt man vera at taka í egnan barm fyrst. Sitandi býráð er faðir at Tórsvølli. Sum eitt skrímsl er hann á at líta. Kanska ikki úr erva, men í øllum førum úr neðra. Fyrigevið okkum borgarar!

Øllum átti tó at staðið greitt, at Gundadalur fór ikki at verða tann sami, tann dag hetta bygningsverk tók sæti í dalinum. Men fáur man hava ímyndað sær, at úrslitið gjørdist so grefligt. Um tað hevði verið stórt øðrvísi, um onnur tekning hevði ligið á borðinum, er tó ilt at siga.

Lukkutíð er síðsta orðið ikki sagt. Risin má og skal hampast, og kanska meira enn tað. Fyri tað fyrsta er ?verkið? ikki meir enn hálvgjørt, og fer liðugtgerðin óivað at bøta um støðuna. Tó eigur álvarsliga at verða umhugsað, um ikki størri tøk mugu takast. T.d. við at lækka niðara enda.

Eg haldi annars, at býráðið í hesi setu hevur givið umhvørvinum gætur. Vit hava t.d. fingið tvær snøggar rundkoyringar, onnur á Hálsi, hin við SMS. Tær hava hepnast væl, ikki bara ferðslutøkniliga, men eisini til útsjóndar. Eftir mínum tykki er økið fram við SMS samstundis fríðkað munandi.

Eg kundi hugsað mær at nevnt eitt annað dømi um hepna hond í sambandi við vegagerð. Vakra grótlaðingin fram við nýggja Marknagilsvegin áraka Svalbarðsvegin. Yvirhøvur er Ringvegurin á góðari leið. Tá ið teir síðstu tilkoyringarvegirnir eru komnir uppá pláss komandi ár, fer samstundis at verða hampað um á síðsta parti av ringvegakervinum, m.a. eisini strekkið millum Landavegin og Velbastaðvegin.

Miðbýurin fær í løtuni eina andlitslyfting. Farið var til verka í ár, og hildið verður fram komandi ár. Bilurin verður ikki bannaður, men vónandi fæst eitt meira gonguvinarligt umhvørvi fram við Tinghúsvøllin, har fólk fáa hug at steðga á og kanska hvíla seg.

Fleiri gongustíggjar eru gjørdir og hampað er um aðrar. T.d. við Svartafoss og av Hamrinum og oman. Men ikki minst gøtan frá Oyggjarvegnum og út á Norðasta Horn er ein perla. Ítøkiligar ætlanir er um fleiri gongustíggjar og grøn øki, t.d. á Argjum við Spinnaríið og við gamla vatnbrunnin í Svanga. Eitt kort, ið sýnir allar gøturnar og økini, átti at verið tøkt.

Rætt skal vera rætt. Dømi eru eisini um grøn øki, ið forfarast. M.a. spælipláss, ið ikki verða hildin við líka. Kommunan kann ikki renna undan sínari ábyrgd. Men tað er týdningarmikið, at nærumhvørvið luttekur, og at m.a. eigarafeløgini eru til reiðar at átaka sær medábyrgd við m.a. at ansa eftir og hampa um.

Ofta eru tað smálutirnir, ið gera munin. Fara vit óstortsliga fram, gerst úrslitið hareftir. Hugsa vit okkum um, ber kanska til at skapa okkurt, ið er øllum til gleði. Vit eiga tí at vera á varðhaldi, nú býurin aftur hevur fingið vakstrarverkir.


Klæmint Olsen

býráðslimur