Gestirnir gjørdu av álvara um seg við Stórá

1. DEILD: Olivur Renéson Thomsen var tvífaldur málskjútti, tá ið FC Suðuroy vann trivaligan sigur í oyggjauppgerðini

Tað endaði við trivaligum 4-1 sigri til gestirnar, tá ið TB í dag hevði vitjan av grannunum í FC Suðuroy. Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy er suverant topplið nú fyrsti triðingurin av ársins landskapping er av. FC Suðuroy hevur 25 stig fyri 9 dystir. TB, sum hevur spælt 8 dystir, er á sjeynda plássi við 8 stigum.

 

Í dag var FC Suðuroy frammanfyri 4-0, áðrenn tað eydnaðist TB at minka um munin. TB málskjútti í síðsta minutti var Omar Sheik Ali. Hetta var fyrsta málið hjá 18 ára gamla danska spælaranum, síðani hann undan kappingarbyrjan flutti til TB.

 

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tað var smáar tíggju minuttir eftir steðgin, at FC Suðuroy fekk hol á. Málskjútti var Kouassi Dieudonne Yao, álopsspælarin av Fílabeinsstrondini, sum var málskjútti fyri sjeyndu ferð í ár.

 

So gekk tað skjótt hjá FC Suðuroy:

 

Bæði 2-0 og 3-0 málini skoraði Olivur Renéson Thomsen, sum er tvøramaður, og sum fram til 2024 bara hevði umboðað TB, áðrenn hann undan kappingarbyrjan í fjør flutti til FC Suðuroy. 20 ára gamli álopsspælarin hevur higartil í ár skorað sjey mál í næstbestu landskappingini.

 

Tveir minuttir undan leikloki var tað innskifti Páll Johannesen, sum økti um munin til 4-0. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 18 ára gamli Páll Johannesen var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Um eina viku fær FC Suðuroy vitjan av ÍF. Hósdagin fer TB at spæla útsettan dyst á útivølli ímóti FC Hoyvík, og annan sunnudag fer TB at spæla á útivølli ímóti Víkingi.