Einaferð afturat er uppskot lagt fram um eina tunnilsleið úr Djúpadali við vegaleið gjøgnum Sandsbygd. Út gjøgnum slóttubø, nærhendis sjáldsama og vakra Sandsvatni, ígjøgnum og framvið veltunum á Sand [...] ætlanin er so avgjørt ikki í samljóð við føgru orðini i Landbúnaðarpolitikkinum 2025-2035: ”Trýstið á ta góðu landbúnaðarjørðina er stórt… Tí er tað uppaftur meira umráðandi, at farið verður fram við skili…” [...] og landið, sum í vár mótmæltu ætlaðu vandalismuni. Stórlætiskenslan í Nesinum er so stór, at løgmansskrivstovan ikki so frægt sum hevur kunnað bygdaráðini, áðrenn hon herjaði á á øðrum sinni. Serliga er
samgonguni tosa um í løtuni, men spurningurin er, hvat hendir, tá fíggjarlógaruppskotið er lagt fram. Og um fíggjarmálaráðharrin velur at leggja sítt egna uppskot fram, ella talan verður um at gera ein f [...] minst finna semju um tað, hevur higartil ikki viljað givið seg í spurninginum um skattalættan, sum hann vil hava útsettan. Hetta vil serliga Fólkaflokkurin ikki hoyra talan um. Og sjálvt um Javnaðarflokkurin [...] týsdagin klokkan 16, um tað skal vera lagt fram áðrenn 1. oktober, sum stýrisskipanarlógin ásetir. Magni Laksáfoss sigur, at hann hevur eitt uppskot klárt tá, men vil ikki út við, um hann roknar við at fáa
finalusigri, og so er tað sum so líkamikið, hvørt mótstøðuliðið í hesum verður Gotland, Áland ella Saaremaa. Lúmskt bólkaspæl Áðrenn vit koma so langt sum til at tosa um hálvfinalu og finaludystir, so skal tó [...] ein trupul uppgáva, so er talan kanska um fyrimun, tá talan somikið tíðliga er um eina so greiða styrkisroynd. Tað ger í øllum førum, at spælararnir skulu upp á tærnar alt fyri eitt, um sleppast skal undan [...] serva tók í netið og datt yvir um til 18-16. So var favoritt-leikluturi hjá kvinnunum kanska meira greiður. Og hóast øll vóru greið um, at tað skuldi gerast trupult, so vóru vónirnar í øllum førum til
Manskór at syngja og ein bók um Hellurnar í 150 ár verður løgd fram av Helenu Samuelsen, sum eisini hevur trátt barnaskógvar sínar á Hellunum. Alfred Klein fer at leggja fram eitt hefti við staðarnøvnum [...] ar Kommunu, bjóðar vælkomin og flytir fram røðu. Við hetta borðhald fer Jonna Johannesen, av Hellunum, at hugleiða um heimbygd sína. Petur Jensen fer at bera fram egnar yrkingar og Sámal og Ravnsfjall [...] 16.00, um tað viðrar, verður árligi fólkafundurin, sum Fuglafjarðar Fornminnisfelag skipar fyri, settur á Skarðinum. »Fjallarøðan« í ár verður hildin av Arna Nørrevang, sum eigur ikki so fá fet um hesar
Skála skuldi leggjast niður og flytast til Runavíkar, heitti Sjóvar kommuna á hinar partarnar um at halda fram við skipanini við einari viku á hvørjum stað. Tað ynski bleiv ikki gingið á møti. Artur Johansen [...] avtaluni frá 2014 valdi mann at halda fram við gomlu skipanini, inntil koyrandi er millum Strendur og Runavík. Tá skuldi læknin einans halda til í Runavík. Tað hava hini so ynskt at effektuera, meðan vit mæla [...] Í 2014 gjørdu Nes-, Runavíkar- og Sjóvar kommunur eina avtalu um hvussu kommunulæknaviðurskiftini kring Skálafjørðin skuldu skipast. Í avtaluni var millum annað sagt, at gomlu læknadømini á Skála og í
Sunnudagin 24. januar komu boðini um at Hensar hevði lagt árarnar inn. Umframt at hava verið føroyska skúlaverkinum ein góður maður, so gjørdist hann eisini góður fyri KFUM skótaarbeiði í Føroyum. Hann [...] og fram til 1993. Hetta er longsta tíðarskeið,sami persónur hevur verið formaður KFUM skótanna. Ì formanstíðin hjá Hensar var stórur framburður hjá KFUM skótunum við støðugt vaksandi limatali fram til [...] Umgdómsráð sett á stovn, til at savna øll ungdómsasrbeiðini í Føroyum, sum ikki hoyra undir ÌSF. Seinni var so eisini Føroya Skótaráð, sett á stovn, fyri at arbeiða viðari við altjóðalimaskapinum hjá føroysku
lógini. Men í 2005 vórðu viðurskiftini fingin í rættlag, so at ongin ivi longur er um heimildina. Og nú hava bilkeyparar stevnt TAKS við kravi um at fáa mvg av skrásetingargjaldinum aftur. Føroya Rættur [...] eisini verða ein spurningur um at fleiri av málunum eru fallin fyri fyrningarfreistini upp á fimm ár og so sleppur TAKS nógv bíligari. Men teir, sum hava stevnt, føra fram, at tað kann ikki krevjast av [...] Føroya Rætti og skattakærunevndini. Tað, sum Hægstirættur skal taka støðu til, er, um TAKS kann krevja eitt avgjald frá fólki, um ikki er nevnt í nakrari lóg. Í hesum sambandi hevur TAKS kravt mvg av skráse
varð løgd fram á aðalfundinum leygardagin, er innanhýsis ósemjan í nevndini eisini løgd aftur um bak. Í frágreiðingini gjørdi formaðurin greitt, hvørja fatan hann hevur av tí, sum er farið fram, og aðalfundurin [...] og nevndin nú síggja fram til at fara til verka av nýggjum. Nógv stór mál liggja fyri framman, eitt nú sáttmálasamráðingarnar, sum krevja nógva arbeiðsorku, so tað er at fegnast um, at arbeiðsfriður nú [...] politikkur tey vilja hava førdan, heldur enn um tað eru mannfólk ella, sum skulu gera tað. At mannfólk nú eru í meirluta í nevndini ger støðuna ikki so nógv øðrvísi, um vit samanbera við danska pedagogfelagið
nýmenning í Føroyum í so stórum máti, at vit ikki høvdu droymt um tað bert fyri fáum árum síðani. Í løgtingsins Rættarnevnd hava vit havt til viðgerðar ”Uppskot til samtyktar um at skerja føroyska útlátið [...] tingið hava lagt fram í felag. Í álitinum, sum varð lagt fram fyrr í vikuni, sigur Rættarnevndin einmælt, at allar tær frágreiðingar, vit hava fingið í nevndini, ”vísa eina greiða ábending um, at møguleikin [...] vónleyst er at siga frá øllum. Skipaflotin kann minka útlátið munandi Vit hava hoyrt so nógv um, at av tí at vit eru vinnuliga so heft av einum stórum skipaflota, kunnu vit lítið gera. Men eisini her eru stórir
miðil, so tað er kanska ikki so løgi, at onkur ger sær dælt av tí á tingfundunum, sigur hann og smílist eitt sindur við tankan um, hvussu tað var, fyrstu tíðina, hann sjálvur skuldi bjóða seg fram sum politikari [...] funnið uppá at stilla meg upp at agitera fyri mær sjálvum. Tá ráddi tað heldur um at savna fólk um hugsjónina hjá flokkinum um einar frælsar Føroyar og ein sjálvberandi búskap – at halda fast í dreyminum [...] tí eg var samdur við tí, sum Christian Djurhuus í Sambandsflokkinum førdi fram. Men hann og Erlendur dugdu at orða seg á ein so greiðan og skilagóðan hátt, sum bergtók meg fullkomiliga. Eg havi ongantíð