Veðurlagsavtala kann gerast jarnbrot fyri nýmenning í Føroyum

Tíðargrein:

heldur nýskapandi menningarmøguleikar enn eitt tyngjandi ok


Tá Føroyar vilja binda seg til at fremja sín part av heimsumfatandi veðurlagsavtalu og skerja CO2-útlátið munandi, verður tað ofta framsett og uppfatað av fjølmiðlum og politikarum sum nakað negativt – sum eitt tyngjandi ok, vit sjálvboðin leggja á okkum, men kanska helst vildu sloppi undan, eins og vit vilja sleppa undan sparingum og skerjingum yvirhøvur.

Eg haldi tvørturímóti, at vit eiga at síggja okkara tilsøgn til veðurlagsavtaluna, við at vilja skerja CO2-útlátið við 20%, sum ein einastandandi stóran positivan menningarmøguleika – ja sum eitt jarnbrot fyri at fremja nýskapan og nýmenning í Føroyum í so stórum máti, at vit ikki høvdu droymt um tað bert fyri fáum árum síðani.

Í løgtingsins Rættarnevnd hava vit havt til viðgerðar ”Uppskot til samtyktar um at skerja føroyska útlátið av veðurlagsgassum”, sum allir flokkar á tingið hava lagt fram í felag.

Í álitinum, sum varð lagt fram fyrr í vikuni, sigur Rættarnevndin einmælt, at allar tær frágreiðingar, vit hava fingið í nevndini, ”vísa eina greiða ábending um, at møguleikin at minka útlátið av veðurlagsgassi við í í minsta lagi 20% í Føroyum kann røkkast”.

Uppaftur betur dámar mær næstu orðini í álitinum hjá Rættarnevndini: ”Tað hevur alstóran týdning at hetta verður gjørt á ein hátt, sum stimbrar menningina av samfelagnum frameftir, soleiðis at henda tilgongd ikki verður ein byrða, men ein nýskapandi møguleiki, sum føroyska samfelagið og vinnan fáa ágóðan av.”

Tí hetta var tann óvanliga positiva niðurstøðan man kundi gera, frá øllum teimum sum møttu til hoyringar í nevndini og søgdu sína hjartans meining um, hvussu vit kunnu røkka málinum um at skerja CO2-útlátið við 20%.

Øktir vinnumøguleikar av veðurlagsavtalu
Tey flestu vístu við nógvum dømum á, at tað eru beinleiðis nógvir nýggjur vinnumøguleikar í at menna og fremja loysnir og tøkni, sum kunnu fremja tað stóra skiftið frá oljubundnum, orkutungum skipanum, til burðardyggar skipanir við varandi orkukeldum, bæði í vinnuni, á stovnum og hjá húsarhaldunum. Føroyskar fyritøkur hava stórar møguleikar á hesum økjum, so okkara samfelag kann koma at byggja á burðardyggar vinnur við fleiri beinum at standa á.

Eg skal bara nevna nøkur fá dømi, sum vit vóru kunnaðu um í Rættarnevndini, tí vónleyst er at siga frá øllum.

Skipaflotin kann minka útlátið munandi
Vit hava hoyrt so nógv um, at av tí at vit eru vinnuliga so heft av einum stórum skipaflota, kunnu vit lítið gera. Men eisini her eru stórir møguleikar, vísti umboð fyri skipasmiðjuna Mest á, við nógvum ítøkiligum fyriskipanarligum og tøkniligum uppskotum, við tilvísing til metingarnar hjá IMO, altjóða sjóvinnufelagsskapinum:
- at verandi skip kunnu minka útlátið her og nú við eini 10% við betri orkunýtslufyriskipan,
- at nýbygningar við nýggjari tøkni og sniði kunnu minkað útlátið heilt niður í 75% .

Eins og Mest vísti Vinnuhúsið og trolvirkið Vónin á nógvar praktiskar stutt- og langsiktaðar møguleikar at skerja útlátið hjá fiskiskipaflotanum munandi og enntá meira, enn ásett er í málunum í føroysku ætlanini, so tað haraftrat kundi blíva til fyrimuns fyri effektivitet, bíligari rakstur, burðardygd og búskaparliga úrtøku fyri føroysku fiskivinnuna.

Húsarhaldini: byggireglugerð, bjálving, fjarhiti og lutaíbúðir
Við eini minking uppá 50% av CO2-útlátinum eru størstu krøvini sett til privatu húsarhaldini. Eins og Vinnuhúsið lýsti serliga Verkfrøðinga- og Arkitektafelagið her væl, hvat vit kundu gera fyri at røkka hesum ógviliga høga máli. Serligan týdning løgdu teir á eina nýggja Landsbyggireglugerð, sum við byggikrøvum kundi fáa orkunýtsluna á nýggjum húsum niður við 50%. Hinvegin verður ómetaliga tungt at røkka málinum við verandi sethúsum, tí skal tað fremjast einans við bjálving, fer tað at kosta øgiligar upphæddir, einar 5 mia kr tey næstu 10 árini.

Ein annar sera effektivur máti at minka oljunýtsluna er at gagnnýta teir ovurstóru møguleikarnar, sum eru í at útbyggja verandi og byggja nýggjar fjarhitaskipanir. Her kann bara ein útbygging av fjarhitanum frá Sundsverkinum oman í Havnina, fyrst víðari til Gundadal, síðani Marknaðgil, og so oman til Landssjúkrahúsið, skerja CO2-útlátið við heili 7000 tonsum árliga - svarandi til ein fimting av CO2-nýtsluni í øllum føroyska bústaðarmassanum – fyri eina íløgu einans uppá 35 mió. kr.

Ein sera effektivur máti at skerja olju- og orkunýtsluna hjá húsarhaldunum, er at skifta frá siðbundnu eintáttaðu og spjaddu einfamiljuhúsunum til tættari og hægri bygging til fleirfamiljuhús. Her kann eitt skifti frá 10 einstøkum einfamiljuhúsum til eini 10-familjuhús einsamalt skerja CO2-útlátið við 50%.

So tað er í tøkum tíma, at vit fáa lutaíbúðalógina aftur fyri tingið, so vit kunnu fara undir neyðuga fjøltáttingina í bústaðarmynstrinum, serliga til gagns fyri ung, støk og eldri. Lutaíbúðabygging kann tí gerast eitt veruligt jarnbrot fyri meiri rationellari og orkubíligari húsabygging.

Sjóvarfalsorka – kanska tað mest spennandi
Nakað av tí mest áhugaverda var at hoyra umboð fyri Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum greiða frá granskingarverkætlanini við sjóvarfalsorku. Her vístu fyribils kanningarúrslit av streymorkumátingum ymsastaðni í landinum, at sjóvarfalsturbinurnar eru so framkomnar og munagóðar, at tær eru fult kappingarførar við vatn- og vindorku á landi. Við íløgum í hóskandi turbinur í t.d. Vestmannasundi og Skopunarfjørði kann framleiðast líka so nógv orka, sum øll vatnorkuútbyggingin hjá SEV fram til 2020 kann geva.

Samanborið við kostnaðin av einum Íslandskaðali fyri 2,7 mia kr, ætlaðu vatnorkuútbyggingunum hjá SEV fyri 2,5 mia kr, kann íløgan í sjóvarfalsorku til framleiðslu av samsvarandi nøgdum av orku kunnu gerast fyri 1,5 mia. kr.

Tó, sjálvsagt er hetta enn á granskingar- og royndarstigi her heima hjá okkum, men hetta eru ómetaliga spennandi perspektivir fyri tí mest burðardyggu og umhvørvisvinarligu orkuframleiðsluni. Sigast skal at SEV samstarvar við royndarverkætlanina hjá Náttúruvísindadeildini um sjóvarfalsorku.

Orkuframleiðsla – frá olju til varandi orku
Tað verða tó nøkur ár, áðrenn sjóvarfalsorka fer at fáa nakran týdning. Tí eru útbyggingarnar av varandi orku úr vatni og vindi avgerandi fyri at fremja skiftið frá olju til varandi orkukeldur.
Her eru stórar og ítøkiligar ætlanir hjá SEV tað týdningarmesta, men eisini aðrir sum vindorkufelagið Røkt hava lagt spennandi ætlanir fram.

Røkt hevur serliga lagt seg eftir at vísa, hvussu vit við eini ítøkiligari verkætlan á Myrunum oman fyri Vestmanna kunnu víðka vindmylluorkuna og útbyggja vindorkuna við pumpuskipanum fyri endurnýtslu av vatninum, og haraftrat víðka verandi byrgingar, kunnu skerja CO2-útlátið við 22.000 tonsum. Hetta svarar til stíva helvt av allari húsarhaldsnýtsluni í Føroyum.

SEV vísti nevndini á teirra ítøkiligu og stórfingnu ætlan, sum man longu er farin ígongd við, við nýggjum vatnorkuútbyggingum, øktari vindorku, pumpuskipanum til at økja úrtøkuna av vind- og vatnorkuframleiðslu, og við aldu- og sjóvarfalsorkuverkætlanum.

Sambært ætlanini hjá SEV, sum fram til 2020 krevur eina íløgu uppá 2,250 mia. kr., kann eitt veruligt umskifti fremjast frá olju til varandi orkukeldur.

Samstundis sum SEV-ætlanin skal økja samlaðu orkuframleiðsluna við 35% fram til 2020, skal tað gerast á ein slíkan hátt, at oljutengda orkuframleiðslan verður minkað við 36% - og CO2-útlátið nakað líknandi - meðan framleiðslan frá varandi orkukeldum sum vatni, vindi og sjóvarfalsorku skal økjast við 127%.

Eydnast tað SEV at fremja hesa ætlan, økja vit tann partin av orkuframleiðsluni, sum kemur úr varandi keldum sum vatni, vindi og sjóvarfalli, úr 41% upp í 72%.

Politiskur vilji og praktiskir møguleikar
Eftir viðgerðina av uppskotinum til samtyktar um at skerja føroyska útlátið av CO2 eri eg ikki í iva um, at tað ikki bert er politiskur vilji til hesa menningarleið fyri føroyska samfelagið, men at tað eisini er undirtøka fyri tí millum allar avvarandi partar, eins og tað eisini eru praktiskir møguleikar at fremja ætlanina - bæði uppá styttri og longri sikt – bæði við ”skjótt syftum seiðum” og ”tí tunga takinum”.