Fegnast um at arbeiðsfriður aftur valdar

- Tað kennist sum ein stórur lætti, at arbeiðsfriður nú aftur er í nevndini, tí nógv stór mál standa fyri framman, sum krevja nógv arbeiðsorku, sigur formaðurin í pedagogfelagnum, Jarvin F. Hansen, eftir aðalfundin hjá felagnum leygardagin, har nýggj nevnd varð vald


Við ársfrágreiðingini hjá formanninum í pedagogfelagnum, sum varð løgd fram á aðalfundinum leygardagin, er innanhýsis ósemjan í nevndini eisini løgd aftur um bak. Í frágreiðingini gjørdi formaðurin greitt, hvørja fatan hann hevur av tí, sum er farið fram, og aðalfundurin góðkendi frágreiðingina.
Positivur fundur
Í ársfrágreiðingini greiðir formaðurin frá, at eftir hansara fatan er tað ikki uppgávan hjá nevndini í einum fakfelag at virka sum málsviðgerar og viðgerða mál, sum hoyra heima í umsitingini hjá felagnum.
- Uppgávan hjá nevndini er fyrst og fremst at stinga ein fakfelagspolitikk út í kortið og royna at gera hugsjónirnar til veruleika. Hetta arbeiðið hevur sjálvsagt verið darvað av, at nevndin ikki hevur verið fullmannað, síðani tríggir limir tóku seg úr nevndini.
Innanhýsis ósemjan í nevndini var umrødd á aðalfundinum, men spældi ikki ein serliga stóran leiklut á fundinum, sum heldur var merktur av, at limirnir nú vilja hyggja frameftir.
- Fundurin var sum heild sera positivur, og eg havi avgjørt fatan av, at bæði limirnir og nevndin nú síggja fram til at fara til verka av nýggjum. Nógv stór mál liggja fyri framman, eitt nú sáttmálasamráðingarnar, sum krevja nógva arbeiðsorku, so tað er at fegnast um, at arbeiðsfriður nú aftur valdar í felagnum, sigur Jarvin.
Hann leggur afturat, at arbeiðið í nevndini eftir ætlan fer at verða skipað eitt sindur øðrvísi framyvir. Í løtuni eru tey til dømis við at skipa nakrar arbeiðsbólkar, sum millum annað skulu arbeiða við at fáa hagtøl til vega viðvíkjandi arbeiðsumstøðum og øðrum, sum ofta hevur verið frammi, men har tað sjáldan ber til at vísa á tøl, sum kunnu geva okkum eina greiðari mynd av støðuni.
Javnstøða í nevndini
Av teimum umleið 1500 limunum í felagnum eru umleið 90 %  kvinnur. Tí kann tað kanska undra, at meirlutin í nevndini nú er mannfólk. Spurdur um hetta fer at hava nakran týdning fyri arbeiðið í nevndini framyvir sigur Jarvin, at tað dugir hann ikki at ímynda sær
- Eg trúgvi, at okkara limir hugsa mest um, hvat tað er fyri ein politikkur tey vilja hava førdan, heldur enn um tað eru mannfólk ella, sum skulu gera tað. At mannfólk nú eru í meirluta í nevndini ger støðuna ikki so nógv øðrvísi, um vit samanbera við danska pedagogfelagið, har bara formaðurin er kvinna, meðan allir hinir nevndarlimirnir eru mannfólk. Tað er í øllum førum meir javnsstøða í nevndini nú, tað er trý mannfólk og tvey konufólk, sigur formaðurin í pedagogfelagnum.
Í nevndini í pedagogfelganum sita nú Jarvin F. Hansen, formaður, umframt Leila Petersen og Maud W. Hansen. Jógvan Philbrow og Rógvi Fossadal eru nývaldir. Tiltakslimir eru Annika Djúrhus, Birita Lamba og Anja Egholm.