Nú vit nærkast hálvum apríl, er tíðin hjá snellubátunum á Norðhavinum farin at styttast - um árið verður á leið, sum onnur ár. Óvanligt er tó ikki, at bátar kunnu fáa væl av fski við snellu vestanfyri nakað longur út á várið.
Tað, sum sermerkir tíðina á Norðhavinum í ár, er, at tað hevur viðrað serstakliga illa, og serliga seinastu tríggjar vikurnar fyri páskir var ikki ein tann einasti dagur, at líkindi vóru hjá snellubátunum norðanfyri at loysa.
Vesturættin hevur verið drúgv í vár, og hon roynist ikki norðanfyri hjá so smáum bátum, sum snellubátarnir vanliga eru. Hetta eru í flestu førum glastrevjabátar, sum ikki eru serliga stórir.
- Jú, nú kunnu vit rokna við, at vártíðin her norðanfyri er farin at halla. Í dag er hann lágur í ættini, og einir tíggju bátar eru við snellu. Fríggjadagin vóru eisini nakrir bátar úti.
Jóhan K. Joensen hjá Hans Egili Joensen & Synum, sum landa bátarnar á Eiði, sigur, at fiskiskapurin hevur verið slakari teir seinastu dagarnar, sum bátarnir hava verið úti, og flestu hava ligið millum 500 og 1500 pund.
- Í einar tríggjar vikur fram til páskirnar var ikki ein tann einasti dagur, men 2. páskadag, tá bátarnir loystu aftur, fingu fleiri nógvan fisk, og tá hevði besti báturin 5000 pund, sum er ein sera góður snelludagur.
Hendan dagin lógu bátarnir millum 2000 og 5000 pund, og tað er góður várróður við snellu.
- Onkrir bátar vóru eisini úti Skírisdag. Hendan dagin viðraði eisini illa, og bátarnir fingu ikki meira enn hálvan dag. Kortini fingu teir væl av fiski og lógu millum 1400 og 2000 pund.
Jóhan K. Joensen sigur, at útróðrarbátar við línu eisini hava fingið væl av fiski, tá teir eru slopnir út. Men, teir mistu eisini hesar somu tríggjar vikurnar fyri páskir, tá ikki var roynandi.
- Síðan teir sluppu útaftur, hava bátar við línu javnan ligið millum 6000 og 8000 pund, og onkran dagin hava teir fingið heilt uppí 11.000 pund á setuna, meginparturin av veiðini er toskur, leggur hann aftrat.












