Minningarorð um Hensar Ellingsgaard

KFUM skótaovasti 1985-1993

Sunnudagin 24. januar komu boðini um at Hensar hevði lagt árarnar inn.


Umframt at hava verið føroyska skúlaverkinum ein góður maður, so gjørdist hann eisini góður fyri KFUM skótaarbeiði í Føroyum.


Hann byrjaði sum leiðari fyri Sørvágs skótaliði einaferð í 60 unum, men eftir at tey fluttu til Havnar í 1981, varð hann valdir inn í Landssnevndina hjá KFUM skótunum í 1984, og nevndarformaður árið eftir og fram til 1993. Hetta er longsta tíðarskeið,sami persónur hevur verið formaður KFUM skótanna.


Ì formanstíðin hjá Hensar var stórur framburður hjá KFUM skótunum við støðugt vaksandi limatali fram til kreppuárini fyrst í 90 unum, tá nógvar barnafamiljur rýmdu av landinum.


Øll árini meðan Hensar sat sum formaður hendi rættuliga nógv á øllum økjum hjá KFUM skótunum.


Nevnast kann at nýggj útbúgvingarskipan var sett í verk, og í kjalarvørrinum á hesi eisini nýggja venjingarskipan at arbeiða eftir.


Í sama tíðarskeiði var Føroya Umgdómsráð sett á stovn, til at savna øll ungdómsasrbeiðini í Føroyum, sum ikki hoyra undir ÌSF.


Seinni var so eisini Føroya Skótaráð, sett á stovn, fyri at arbeiða viðari

við altjóðalimaskapinum hjá føroysku skótarørsluni. Hensar var limur í

FSR nevndini øll árini, og síðani 1991 hava hava okkara limir verið við

Í norðurlendsku skótatiltøkunum eins og fleiri tiltøk hava verið her heima..


Hesi árini hendi eisini nógv við ognunum hjá KFUM skótunum.

Húsini á Kambsdali vóru høvuðsumvæld og bjálvað í 1985, og

Á Selatrað vóru fyrstu bygningarnir reistir í 1989, í samband við

5o ára stovningarleguna, sum varð hildin í juli mánað við 850 luttakarum

í fagrasta veðrið.


Nakað seinni varð keypt meira afturat ognini á Selatrað og bygt uppaftur meira.


Ì eini slíkari rembingartíð varð nógv kravt av landsnevndarlimunum, og tað ráddi um at fáa alla samskipanina at virka. Tí fóru landsnevndarlimirnir á hvørjum ári fyrstu viku í september mánað út til allar skótabólkarnar, at fundast við bolkaráðini. T.e. leiðararnir og foreldraumboðini, fyri at leggja teimum lag a, og fyri at lurta eftir hvørju góð hugskot tey høvdu, ella møguliga hvørjar trupuleikar tey sótu við. Hetta var alt gjørt eftir loknan arbeiðsdag.


Hensar sat eisini í nevndini fyri Skótahjálpini, sum í eina viku á hvørjum ári skipar fyri tiltøkum at savna pening saman til barnatiltøk bæði her heima og í øðrum londum.


Hensar var nærlagdur í sínum arbeiði og altið væl fyrireikaður til allar fundir og tiltøk.


Hóast hart raktur av sjúku, fylgdi hann væl við hvat fór fram í Skótarørsluni.

Við Hensar hava vit mist ein, íð livdi upp til Einaferð skóti – altíð skóti.


Kjartan Dalsgaard