Í morgun fór Hægstirættur undir at viðgera spurningin um teir føroyingar, sum hava keypt bil ímillum 1999 og 2005, hava goldið ov nógv í mvg fyri bilarnar.
Hægstirættur er komin til Føroyar at viðgera málið og rættarfundurin er á Hotel Føroyum. Staðfestast má, at rættarmálið hevur sera stóran áhuga, tí eini 70-75 fólk sita á áhoyraraplásssunum og lurta.
Ímillum áhoyrarar eru nógvir løgfrøðingar, sum fylgja málinum við størsta áhuga, tí í hesum føri skal
Hægstirættur taka støðu til eitt mál, har landsrætturin gekk ímóti bæði Føroya Rætti og skattakærunevndini.
Tað, sum Hægstirættur skal taka støðu til, er, um TAKS kann krevja eitt avgjald frá fólki, um ikki er nevnt í nakrari lóg.
Í hesum sambandi hevur TAKS kravt mvg av skrásetingargjaldinum frá teimum, sum hava keypt bil frá 1999 til 2005, uttan at tað stendur í lógini. Men í 2005 vórðu viðurskiftini fingin í rættlag, so at ongin ivi longur er um heimildina.
Og nú hava bilkeyparar stevnt TAKS við kravi um at fáa mvg av skrásetingargjaldinum aftur.
Føroya Rættur og skattakærunevndin góvu stevnarunum viðhald í, at TAKS hevði ikki heimild at krevja mvg av skrásetingargjaldinum. Men hesa avgerð broytti Landsrætturin, tí hann helt, at ongin ivi var um, at Løgtingið hevði ætlað, at mvg skuldi rindast av skrásetingargjaldinum, hóast tað ikki stóð beinleiðis í lógini.
Í morgun hava partarnir lagt málið fram fyri dómarnar og seinnapartin verða hurðarnar lætnar aftur, tí tá fara dómararnir at viðgera tað, sum er komið fram, sínamillum.
Tapir TAKS, kann tað í ringasta føri merkja, at landskassin noyðist at rinda fólki við yvir 100 milliónum krónum í ólógligum mvg fyri allar teir yvir 12000 bilarnar, sum vórðu seldir í hesum tíðarskeiðnum.
Tað kann eisini verða ein spurningur um at fleiri av málunum eru fallin fyri fyrningarfreistini upp á fimm ár og so sleppur TAKS nógv bíligari.
Men teir, sum hava stevnt, føra fram, at tað kann ikki krevjast av vanligum fólki, at tey skulu seta spurnartekin við útrokningarnar av mvg og tí eigur fyrningarfreistin at verða sett úr gildi.
Hinvegin halda summi eisini, at verður avgerðin hjá Hægstarætti tann, at tað var ólógligt at krevja mvg av skrásetingargjaldinum, má Løgtingið taka í egnan barm og lata øll, sum hava keypt bil í hesum tíðarskeiði, fáa mvg aftur, tí Løgtingið kann ikki gera mun á fólki og landskassin kann ikki taka ólóglig gjøld frá borgarunum.
Óvist er kortini nær úrslitið verður almannakunngjørt, men aloftast ganga nakrir dagar frá tí, at Hægstirættur hevur viðgjørt eitt mál, til úrslitið verður almannakunngjørt.