Flogbólturin hoyrir til flaggskipini

Síðani oyggjaleikirnir byrjaðu, hevur flogbólturin altíð verið eitt av sterkastu kortunum hjá Føroyum. Og vónin er sjálvandi, at leikirnir hesa ferð ikki verða nakað undantak

flogbóltur

Í tveimum fantastiskum - mest sum ótrúligum - finaludystum fyri tveimum árum síðani, mundu føroysku flogbóltsmenninir og - kvinnurnar mest sum negla alla tjóðina at sjónvarpsskíggjanum heima í Føroyum.
Og hóast talan »bert« gjørdist um gull í kvinnufinaluni, meðan menninir máttu taka til takkar við silvurinum, so skerst ikki burtur, at úrtøkan var so góð, sum nakar kundi vóna.

Umbýttir leiklutir
Undan leikunum var nevnliga greitt, at mansliðið framvegis var í eini endurbyggingarfasu, og tí høvdu tey flestu helst sett seg nøgd afturá, um eitt hálvfinalupláss varð rokkið.
Fyrsti dysturin móti Álandi bar tó boð um, at nakað stórt kundi vera í væntu. Og síðani gekk bara beina leið framá. Gotland fekk av at vita í hálvfinaluni, og so var klárt til finalu móti Saaremaa, sum tó gjørdist ein ov stórur biti. Men finalan var kanska besti dysturin, sum varð leiktur hesar oyggjaleikirnar, og fimta settið varð ikki avgjørt, , fyrr enn ein heppin Saaremaa serva tók í netið og datt yvir um til 18-16.
So var favoritt-leikluturi hjá kvinnunum kanska meira greiður. Og hóast øll vóru greið um, at tað skuldi gerast trupult, so vóru vónirnar í øllum førum til gullið. Men eisini tær noyddust tó út í fimm sett, og eftir at hava tveitt 2-0 leiðslu burtur, mundu nervarnir vera í hásætinum, men tað eydnaðist kortini at vinna seinasta settið og harvið fullgera hat-trickið við trimum gullmerkjum á rað.
Í so máta er leiklutirnir nakað umbýttir hesaferð. Hjá kvinnunum hevur ein hampuliga stór útskifting verið á liðnum, og ikki minst man tað vera ein missur, at super-veteranurin, Marjun Kalsø, ikki longur er partur av liðnum.
At tilfarið er gott, er tó einki at ivast í, men tað kann gerast meira enn møtumikið hjá ungu spælarunum, um talan til dømis verður um enn ein fimm-settara móti Saaremaa í finaluni.
Menninir tykjast hinvegin vera komnar fram við sínari uppbygginarfasu, og nú skulu fruktirnar av langtíðar arbeiðinum heystast. Tað kann best av øllum gerast við einum finalusigri, og so er tað sum so líkamikið, hvørt mótstøðuliðið í hesum verður Gotland, Áland ella Saaremaa.

Lúmskt bólkaspæl
Áðrenn vit koma so langt sum til at tosa um hálvfinalu og finaludystir, so skal tó sleppast víðari úr bólkaspælinum. Og tað kann kanska vísa seg sum ein lúmsk uppgáva.
Her standa kvinnurnar seg helst betri, tí sum vinnarar eru tær seedaðar ovast. Og tí inniheldur teirra bólkur dyst móti nummar fýra frá seinastu oyggjaleikum.
Sum tvey'arar skulu menninir aftur hesa ferð royna seg móti Álandi í bólkaspælinum, sum eisini telir Gotland, og hóast hetta er ein trupul uppgáva, so er talan kanska um fyrimun, tá talan somikið tíðliga er um eina so greiða styrkisroynd. Tað ger í øllum førum, at spælararnir skulu upp á tærnar alt fyri eitt, um sleppast skal undan eini alt ov truplari hálvfinalu.
Her tóktist tað seinast vera ein vansi hjá kvinnunum, at talan sum so var um hampuliga avmarkaða mótstøðu í bólkaspælinum. Tað ger kanska, at liðið kemur ov lætt fram til avgerandi dystirnar, og so krevur tað nógv av spælarunum, tá tær brádliga skulu lyfta seg upp á 100%, eftir at tær bara hava levera 90 í eina knappa viku. Júst tann avbjóðingin verður kanska tann allar truplasta, og tá talan er um intensar kappingar, har spælt verður dag um dag, so eru ráðini altso ikki til nakran off-day.