Ein heiður at seta tingið

Hann hevur altíð havt størstu virðing fyri Føroya Løgtingið. Tí tekur tjóðveldismaðurin og politiski veteranurin, Heini O. Heinesen tað eisini sum ein heiður at sleppa at seta tingið fyri aðru ferð sum aldursforseti

Sum ungur sat hann við andakt og lurtaði, tá útvarpið sendi politiskt orðraskifti á tingi. Í oyrunum á unga Heina O. Heinesen vóru menn sum Erlendur Patursson og Christian Djurhuus onki minni enn politiskar kempur. - Tað var ikki tí eg var samdur við tí, sum Christian Djurhuus í Sambandsflokkinum førdi fram. Men hann og Erlendur dugdu at orða seg á ein so greiðan og skilagóðan hátt, sum bergtók meg fullkomiliga. Eg havi ongantíð verið hugtikin av politiskum buldri og braki. Men hetta, at kunna orða seg greitt og samstundis halda fast um politisku hugsjónina er ein gáva, tey flestu bara kunnu droyma um, sigur Heini O. Heinesen, sum longu tá var sannførdur tjóðveldismaður. 



Kanst ikki læra til politikara

Sjálvur tordi Heini O. Heinesen heldur ikki av álvara at droyma um at fáa ein sess millum mætu fyrimyndirnar á tingi, fyrr enn hann var rættiliga tilkomin. Tískil gjørdist hann 46 ár, áðrenn hann stillaði upp til løgtingsval í 1984 og varð valdur á ting á fyrsta sinni.

- Samanbera vit við í dag, so ljóðar tað kanska sum ein høgur aldur. Sjálvur haldi eg tó ikki, at tað var ein dag ov seint, at eg bjóðaði meg fram í landspolitikki. Fyri at verða politikari, mást tú hava eina meining, og fyri at hava eina meining, mást tú hava vitan, og hana fært tú bara meir av, jú eldri tú verður, sigur Heini O. Heinesen.

- Alt gott um, at nógv av hesum ungu, sum bjóða seg fram í politikki, hava høgar útbúgvingar. Men tú kanst ikki læra til politikara. Ta útbúgvingina fært tú bara við royndunum og aldrinum, sigur politiski veteranurin, sum veit, hvat hann tosar um.

Eftir at verða valdur á ting fyrstu ferð, var hann sitandi sum tingmaður út í eitt í samfull 20 ár, til hann var feldur í 2004. Ein varði á longu politisku leiðini var, tá Heini O. Heinesen setti tingið sum aldursforseti í 2002, tá Føroya Løgting fylti 150 ár. Og nú, hann gjørdi politiskt ’comeback’ til løgtingsvalið, er heiðurin at seta løgtingið sum aldursforseti aftur fallin honum í lut.

- Jú, eg taki tað sum ein heiður at sleppa at seta tingið. Eg havi altíð havt sera stóra virðing fyri Føroya Løgtingi, sum jú er landsins hægsti mynduleiki, og sum sigst at verða elsta parlamentið í Europa. Tað átti at vakt virðing hjá øllum, heldur Heini O. Heinesen. 



Politiskur barnagarður

Tí heldur Heini O. Heinesen tað eisini vera hugstoytt at uppliva, at orðaskiftið í tingsalinum onkuntíð er mest at líkna við ein barnagarð.

- Eg veit ikki, um tað hongur saman við, at tingfundirnir nú verða varpaðir út í sjónvarpinum. Men onkuntíð fært tú varhugan av, at summi tingfólk eru meir áhugaði í at føra seg fram enn at føra politikk, sigur hann.

Hóast honum ikki dámar slíkar ’amerikanskar tilstandir’, sum hann speiskliga nevnir tað, so skilur Heini O. Heinesen á ein hátt, at tingfundirnir næstan eru vorðnir eitt slag av valfundum.

- Nú á døgum er tað næstan neyðugt at vera kendur fyri at sleppa framat í politikki. Og sjónvarpið er jú ein ótrúliga sterkur miðil, so tað er kanska ikki so løgi, at onkur ger sær dælt av tí á tingfundunum, sigur hann og smílist eitt sindur við tankan um, hvussu tað var, fyrstu tíðina, hann sjálvur skuldi bjóða seg fram sum politikari.

- Tá kundi eg ikki funnið uppá at stilla meg upp at agitera fyri mær sjálvum. Tá ráddi tað heldur um at savna fólk um hugsjónina hjá flokkinum um einar frælsar Føroyar og ein sjálvberandi búskap – at halda fast í dreyminum og fáa onnur at trúgva uppá, at hann kundi gerast veruleiki, sigur Heini O. Heinesen, sum heldur tað vera sera smátt við hugsjónum í føroyskum politikki í dag.

- Bara tað, at fólk uttan himpr skifta politiskan flokk mitt í øllum er ófatiligt og sigur ikki so lítið. Politiski sjálvdrátturin vindur bara meir uppá seg og hevur kanska ongantíð verið sjónligari enn í hesum valstríðnum, heldur Heini. 



Ein politikari er ein politikari

Sjálvt um hann er sannførdur um, at tað ikki er neyðugt at hava eina høga útbúgving fyri at vera ein góður politikari, heldur hann kortini, at teir vælútbúnu ungu politikararnir í dag onkran fyrimun.

- Tey duga væl at skriva sær eitt handrit og tosa út frá tí. Tað havi eg ongantíð sjálvur dugað serliga væl. Mær dámar best at tosa beint frá hjartanum – ikki tí eg endiliga haldi meg tosa so nógv fyri tað, sigur Heini og viðgongur, at hann sera sjáldan tók orðið fyrstu tíðina, hann sat á tingi.

Skal politiski aldursforsetin geva teimum ungu politikararnum nøkur góð ráð, má tað vera, at lurta væl, samstundis sum tey skapa sær sína egnu meining.

- Í øllum meldrinum av meiningum skulu tey royna at finna sín egna politiska samleika og halda fast við hann. Tað er fyrsta treytin fyri at gerast veruligur politikari. Tá er heldur ongin munur, um tú er kvinna ella maður, lærdur ella ólærdur. Ein politikari er ein politikari, slær Heini O. Heinesen fast. 



Tørvur á øðrvísi rødd

Spurdur, hví hann heldur, at hann varð valdur inn aftur á ting hesuferð, ivast Heini O. Heinesen ikki

- Tað má vera, tí tað er tørvur á eini øðrvísi rødd, ið torir at skera ígjøgnum og tí veljararnir ynska, at broyting kemur í førda politikkin í Føroyum.

Sum flestum kunnugt hevur politiska hjarta hjá Heina O. Heinesen altíð bankað serliga títt fyri fiskivinnuni. Tí ørkymlar tað hann ómetaliga nógv at síggja, hvussu júst føroyski fiskivinnupolitikkurin er farin fullkomiliga av sporinum, sum hann tekur til.

- Tá tað eydnaðist at gera fiskiflotan skuldarfrían í 94, hevði tað millum annað við sær, at eisini útróðarmenn kundu bjóða uppá og koma at eiga síni egnu skip. Øll vita eisini, at so seint sum í 96 forvann ein útróðrarmaður í Klaksvík líka nógv sum ein maður umborð á einum partrolara. Tí má tað sigast at vera ómetaliga illa arbeitt politiskt, tá allur flotin nú aftur er skuldarbundin til langt upp um skorsteinin, staðfestir Heini O. Heinesen.

Hóast onkrir kamelar verða at slúka, hevur Heini O. Heinesen gott mót um at seta síni spor í fiskivinnupolitikkinum komandi árini.

- Eg havi ongantíð havt trupulleikar við at samstarva við politikarar, sum hava aðrar meiningar enn eg sjálvur. So leingi, eg veit, at úrslitið kemur at gagna føroya fólki, gevi eg heldur enn fegin mítt íkast til, at fáa tað at bera til, sigur tjóðveldismaðurin og aldursforsetin í løgtinginum, Heini O. Heinesen.